Býarbókasavnið hjá Tórshavnar kommunu fer nu undir at veita hotspots til brúkaran hjá Tórshavnar kommunu og skipanin fer at virka fra 1. april 2011. Eisini fer ungdómshúsið Klubb 188 i Hoyvik at kanna møguleikar fyri at brúka somu hotspotsskipan sum á Býarbókasavninum til ungdomin i Hoyvik.
Somuleiðis verður nú arbeitt við at fáa hotspots í nýggju bussleiðina, sum byrjar í næstum, her er bert figging og ein politiskt undirtøka sum vanta.
Men nú er fyrsta stigið til hotspots-ævintýrið byrja á býarbókasavninum og tað fegnist eg um. Hotspotsætlanin hjá býarbókasavninum byrjar i samband við at býarbókasavnið opnar í nýggjum lokalitetum 1. april, har miðlar og almenningur kann royna nýggju hotspotsskipanina, sigur Levi Mørk, býráðslimur.