Tað kann á ein hátt sigast, at eitt nýtt tíðarskeið er byrjað, nú eingin Jens Marius Poulsen er at halda skil á í valhølinum í Havn.
Men maður kemur í mans stað, verður sagt, og hóast tað í hesum førinum er ein kvinna, ið kemur í staðin fyri Jens Marius, so eru mannagongdirnar so fast inngrógvnar, at alt gongur sum eftir ánni.
Bjørgfríð Ludvig loysir Jens Marius Poulsen av, og hetta er hennara fyrsta fólkatingsval sum valstýrisformaður ella valstýrisforkvinna, sum onkur vildi sagt.
Eg havi verið við í arbeiðinum í mong ár, og allar mannagongdir eru niðurfeldar, so vit hava greiðar reglur at ganga eftir, sigur Bjørgfríð Ludvig.
Á miðdegi høvdu heldur færri fólk verið á valið í mun til seinasta fólkatingsval, men veruliga trýstið á valstøðini væntast ikki, fyrr enn um klokkan 18, tá fólk gott ov væl eru komin frá arbeiði.