Nógv fólk leitaðu til Gjáar seinasta sunnudag, tá hátíðarhildið varð at kirkjan í bygdini varð 75 ár.
Eisini varð kirkjan tikin í brúk eftir eina stóra umvæling, sum hevur verið gjørd í sambandi við føðingardagin, har hon t.d. er málað bæði innan og uttan.
Byrjað var kl. 11 við gudstænastu við Hans J. Joensen bispi, og aftaná var døgurði fyri øllum í bygdahúsinum. 250 fólk vóru til døgurðan.
Klokkan 18 var aftur gudstænasta við Bjarna Bæk, dómprósti.
Sunnudagurin tann 29. mai í 1929 var ein søguligur dagur við Gjógv, tá varð kirkjan í bygdini vígd. Samstundis var hetta fyrsta kirkjuvígslan á føroyskum máli. Sálmarnir vóru eisini føroyskir.
Eftir vígsluna í 1929 var barnadópur. Tvey børn vórðu borin til dópin, og dópurin var eins og vígslan á føroyskum máli. Hetta var helst fyrstu ferð, at børn vórðu doypt á føroyskum undir einari guðstænastu. Tað vóru tey bæði, Elinborg Kollsker, f. Kallsoy, og Hans Edvard Joensen, sum vórðu doypt hendan dagin.