Debess-navnið á Tinghúsvegnum er kent í B36, so nýggja forkvinnan hevur tað ikki frá ongum. Marita Debess Magnussen er í kvøld vald til fyrstu forkvinnu í B36

Hon er fyrsta forkvinnan í B36

Árstalsfelagið í Havn hevur havt ein søguligan aðalfund í kvøld

Debess-navnið á Tinghúsvegnum er kent í B36, so nýggja forkvinnan hevur tað ikki frá ongum. Marita Debess Magnussen er í kvøld vald til fyrstu forkvinnu í B36

– B36 søga skrivað. Felagið hevur fingið sína fyrstu forkvinnu og næstforkvinnu.

 

Soleiðis skrivar B36 eftir aðalfund felagsins í kvøld.

 

Felagið skrivar, at sera nógv fólk vóru møtt til fundin, sum gjørdist heilt serstakur.

 

– Spurningurin er um stóra og góða uppmøtingin ikki eisini setti met í kvøld. Fundurin gekk skjótt og væl, skrivar felagið.

 

Formaðurin, Jákup Mørk legði roknskapin fram, og hann varð góðkendur.

 

Felagið kom út við einum lítlum yvirskoti.

 

Síðani var val av nevnd á skrá. Formaðurin, Jákup Mørk, kassameistarin, Símun Grønadal og nevndarlimurin, Høgni í Jákupsstovu ynsktu at takka fyri seg.

 

– B36 takkar teimum fyri stóra arbeiðið, teir hava lagt í nevndararbeiðið fyri felagið.

 

Súsanna Maria Hansen stóð fyri vali, men tók við afturvali.

 

Ynskiligt var at hava eina fullmannaða nevnd, og tí skuldu tríggir nýggir limir veljast.

 

Poul Rói Mohr, Sigurd Rasmussen og Marita Debess Magnussen bjóðaðu seg fram og vórðu einmælt vald av aðalfundinum.

 

Meðan fundarfólkið fekk sær ein drekkamunn, fór nýggja nevndin í Kjartansstovu at skipa seg. Tað var nokk ikki av tilvild, at Kjartansstova gjørdist karmur um hesa løtuna.

 

##med2##

 

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Marita Debess Magnussen, forkvinna

 

Súsanna Maria Hansen, næstforkvinna

 

Dánjal Petersen, kassameistari

 

Sigurd Rasmussen, skrivari

 

Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur

 

Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur

 

Poul Rói Mohr, nevndarlimur

 

Jóhann í Króki, umboð fyri ungdómsnevndina

 

 

 

Debess-navnið á Tinghúsvegnum er kent í B36, so nýggja forkvinnan hevur tað ikki frá ongum. Marita Debess Magnussen er í kvøld vald til fyrstu forkvinnu í B36