Grand Prix kappingin 2006 fór av bakkastokki um vikuskiftið, tá fyrsta kappingin varð telvað í Ósáskúlanum í Klaksvík. 21 telvarar luttóku. Umframt fleiri sterkar telvarar, sum á pappírinum vóru favorittar, luttóku rættiliga nógvir ungir telvarar eisini. Undirtøkan var hampuliga góð, men ivaleyst varð vónað, at enn fleiri møttu.
Telvað vórðu 7 umfør, har hvør telvari hevði 15 minuttir í part til talvið.
Undan seinasta umfarinum var Carl Eli Nolsøe Samuelsen best fyri, at vinna kappingina, eftir at hann hevði vunnið á Martini Poulsen og telvað javnt ímóti Rana Nolsøe, sum hevði telvað javnt ímóti Martini Poulsen. Rógvi Dragaberg gjørdi harða mótstøðu og í tíðarneyðini mátti Carl Eli ásanna, at ikki var møguligt at fáa meir enn javnt. Tá javnleikurin varð tikin, var heldur hinvegin góður møguleiki hjá Rógva at vinna. Tískil endaðu bæði Carl Eli og Rani á 6 stigum og deildum 1. plássi. Trygg telving frá teimum báðum - onki tap í 7 umførum.
Telvað varð somuleiðis um 2 ratingvirðislønir. Margar Berg vann 1. ratingvirðislønina í kappingini fyri telvarar við styrkistalinum lægri enn 1600. Sára Olsen vann 2. ratingvirðislønina fyri telvarar við styrkistalinum lægri enn 1200, í harðari kapping við heili 4 aðrar telvarar.