Í 6-0-sorlinum móti Newcastle leygardagin, stóð portugisiski Cristiano Ronaldo fyri trimum skoringum ? og tað er fyrstu ferð, at hann hevur skorað trý mál í sama dysti í teirru reyðu troyggjuni.
Cristiano Ronaldo hevur skorað tvær ferðir í 13 dystum, men tað fyrsta hattrick-ið kom ikki fyrr enn leygardagin móti Newcastle.
- Eg havi sagt tað áður, at um eg skori tvær ferðir í hvørjum dysti, so eri eg sera glaður, men eg havi ætlað mær at skora trý mál fyri eitt stórfelag, og eg eri sera errin. Hetta er ein serligur dagur, sigur ein lætnaður Cristian Ronaldo fyri uefa.com um tey trý málini.
Við teimum trimum málunum hevur Ronaldo skorað 22 mál í hesum kappingarárinum, sum er 10 mál fleiri, enn somu tíð í síðsta ár, tá hann samanlagt skoraði 23 mál.
Tey, ið ikki vita tað, og sum kanska undra seg yvir, hví umtalaði spælarin kallast ?Ronaldo?. Her kemur ein frágreiðing:
Tað kemst av at Pápi evnaríka bóltsnillingin úr Portugal, var ein so íðin viðhaldsmaður hjá Ronald Reagan, fyrrverandi Amerikanska forsetanum, at hann lat sonin verða uppkallaðan eftir filmsstjørnuni og politikkaranum úr Amerika.