Fyrsta kapping hjá Suðurskot

Leygardagin verður fyrsta kappingin hjá nýggja skjótifelagnum í Suðuroynni.

Leygardagin verður fyrsta kappingin hjá nýggja skjótifelagnum í Suðuroynni, ið nevnist Suðurskot.

Kappingin verður hildin við brúnna í Tjaldavík. Skotið verður 3 ferðir 20 dúgvur. Steyp og heiðursmerki verður latið vinnaranum av kappingini . Limir fáa patrónir og dúgvur frá felagnum. 


Kappingin er  fyri limir í Suðurskot.