Fyrsta mánalending í Skúlanum við Ósánna

Í morgun var ein hátíðarløta í Skúlanum við Ósánna, tá ið listaverk hjá Edward Fuglø varð avdúkað av Jógvan Skorheim, borgarstjóra og Jóhann Lützen, formanni í Trivnaðarnevndini Børn og Ung. Fyrst segði skúlastjórin, Símun Petur Hjelm nøkur orð og síðani fekk Jóhann Lützen orðið, har hann nýtti høvið til at vísa á týdningin av list í almenna rúminum.

 

Talan er um størsta málning, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Málningurin verður kallaður "The Seagull has landed" og er 850 x 200 cm til støddar.

 

Málingurin, sum er settur saman av fimm løriftum, hevur áður verið sýndur fram í Norðurlandahúsinum og verið við á ferðaframsýning á Vejle Kunstmuseum. Hann er eisini umtalaður í einum av Atlantic Review-bløðunum og hevur vakt áhug víða.

 

Sum liður í reglugerð fyri kommunalari bygging í Klaksvík, ið varð viðtikin fyri nøkrum árum síðan, har ásett er at 1,5% av byggikostnaðinum skal fara til listarligt prýði, er hesin málningurin keyptur til Skúlan við Ósánna sum listarligt prýði – Men hann kann sanniliga eisini vera kveikjandi hjá næmingunum, sum har ganga og øðrum, ið gagnnýta skúlan.

 

Bæði næmingar og lærarar vóru hugtiknir av málninginum. Edward greiddi frá, at tá ið hann var um 7 ára aldur, lendi fyrsta rúmdarfarið á mánanum, og hevði hetta hugtikið hann.

 

Tá skuldu amerikumenninir taka til “The Eagle has landed” – hetta hevur Edward nú sett í meira heimligt høpi, “Likkan er lend”. Við hesum kom Edward eisini við eggjandi áminning um, at til ber at seta sær høg mál og náa teimum. Ein av fyritreytunum er tó, at tú ert nærlagdur í skúlanum, serliga um tú ætlar tær uppá mánan.

 

Málningurin hóskar væl til hølið, hann er settur í og víðkar um karmar og hugflog – myndirnar tala fyri seg.

 

 Myndir: Dávur Winther