Fyrsta royndin hjá Henrik Larsen

Spennandi verður at síggja, hvussu nýggja landsliðið undir Henrik Larsen fer at síggja út í kvøld

Tá Føroyar og Liktinstein í kvøld møtast á Tórsvølli, verður um talan um fyrstu royndina hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Henrik Larsen. Nógv orð hava verið havd á munni um nýggja landsliðsvenjaran seinastu mánaðarnir, men nú sleppur hann so á fyrsta sinni at royna seg.

Landsliðið hevur verið savnað síðan leygardagin, og nýggji landsliðsvenjarin hevur haft møguleika at koma tættari at føroysku landsliðsspælarunum upp. Leikararnir og venjarar hava búð á Hotel Føroyum hesa dagarnar, og vant hevur verið tvær reisur um dagin.

Trý avboð
Av teimum 22 fráboðaðu leikararnum til dystin, hava tríggjir givið avboð. Súni Olsen, Pól Thorsteinsson og Ove Nysted hava allir boðað frá, at teir ikki vóru tøkir til dystin ímóti Liktinstein. Pól og Ove hava skaða at dragast við, meðan Súni vegna skúlagongd, ikki kundi vera við hesaferð.

Í staðin vórðu runavíkingurin Sjúrður Jacobsen og TB-leikarin Dan Mortensen úttiknir, og teir hava vant við landsliðnum alt vikuskiftið. Umframt Dan og Sjúrð, so hevur KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, eisini vant við.
Vant nýggju spæliskipanina
Um vikuskiftið hevur Henrik Larsen nýtt nógva tíð uppá at fáa nýggju spæliskipanina at virka so væl sum gjørligt ímóti Liktinstein. Tað hevur verið gjørt við at fáa einstaku leikarnar at skilja nýggja skipanina, og tí er nógv tíð farin við at venja hvørja einstaku ketu.

Verjuleikarar og miðvallaleikarar hava vant dúgliga, so at teir læra seg at flyta seg rætt á vøllinum. Eisini hevur verið gjørt nógv vit at venja 11 ímóti 11, so at venjingin gjørdist so lík einum veruligum dysti sum gjørligt.

Umframt dagligu venjingina á vøllinum, so hava leikararnir eisini havt eitt sindur av ástøði um nýggju spæliskipanina. Hetta hevur verið skipað soleiðis, at leikarar og venjarar í felag hugt at ymiskum sjónbondum, fyri síðani at práta um tað, teir hava sæð.

Hjalgrím og Sámal ivasamir
Einasti leikari, sum er ivasamur undan dystinum er ungi klaksvíkingurin Hjalgrím Elttør. Hjalgrím hevur verið ein av bestu spælarunum í landskappingini í ár, og hann er avgjørt eitt evni til pláss millum teir fyrstu ellivu ímóti Liktinstein. Hjalgrím var so óheppin at meiða seg undir venjing í vikuskiftinum, og tí er enn ikki greitt um hann verður við

Umframt Hjalgrím, so er Sámal Joensen eisini ivasamur undan dystinum, eftir at hann eisini fekk skaða undir venjing

Annars verður sagt úr landsliðsleguni, at hóast nakrir spælarar hava smáar skaðar at dragast við, so skuldu kortini allir hinir verið klárir at tørna út fyri landsliðið á Tórsvølli í kvøld.

Liðið
Tað sum størst spenningur er um undan dystinum, er hvussu Henrik Larsen ætlar at blanda kortini, og hvørjar leikarar hann ætlar at nýta í 4-4-2 spæliskipanini. Hóast tað altíð er torført at siga frammanundan, so fara vit at loyva okkum at royna at seta liðið til dystin ímóti Liktinstein í kvøld.

Eftir venjingunum um vikuskiftið, so hevur verið eitt mynstur, sum kundi boða frá, hvørjar ætlanir Henrik Larsen hevur til dystin ímóti Liktenstein. Tá dystur hevur verið í venjingini um vikuskiftið, hava tvey føst lið leikt ímóti hvørjum øðrum. Á øðrum av liðnum hava nærum allir teir nýggju landsliðsleikararnir verið á, meðan á hinum hava teir meira royndu leikararnir verið.

Skal ein taka tær venjingarnar fyri fult, so sær út, sum at ein leikari sum Hans Fróði Hansen ikki verður at síggja millum teir fyrstu ellivu í kvøld, tí hann hevur alt vikuskiftið verið á liðnum við teimum nýggju landsliðsleikararunum.

Óli Johannesen og Jón Rói hava í venjingini spælt nógv saman sum miðverjar, og tað kann vera eitt tekin um, at Henrik Larsen ætlar at nýta teir báðar í miðverjuni ímóti Liktenstein.

Umframt Óla og Jón Róa, so hava Jóhannis Joensen og Arnbjørn Danielsen myndað bæði bakkplássini í venjingini. Arnbjørn og Johannis vóru báðir úttiknir sum eykamenn, men eftir avboðini frá Pól, Ova og Súna, so verða teir kortini víð í endaliga hópinum.

Talan verður tí møguliga um eina spildurnýggja verju, har Óli Johannesen er einasti maður, sum var fastur maður á liðnum hjá Allani Simonsen.

Á miðvøllinum hevur Henrik vant við Juliani Johnsson og Fróða Benjaminsen mitt fyri, meðan Jákup á Borg hevur verið uttast í høgra borði. Tað var eisini væntað frammanundan, at hesir tríggjir fóru at vinna sær pláss á nýggja landsliðnum, og eftir venjingunum at síggja, so verða tað teir tríggjir, sum fara byrja inni ímóti Liktenstein.

Tað er eitt sindur meira ivasamt við síðsta plássinum á miðvøllinum. Tað eru fleiri leikarar um boðið á vinstra borið, og áðrenn Hjalgrím gjørdist skaddur, sá tað út sum, at hann skuldi fáa møguleikan frá fyrsti bríksli í kvøld.

Verður Hjalgrím ikki klárur, so verður tað helst liðfelagin úr KÍ, Heðin av Lakjuni, sum fær møguleika. Skjóti klaksvíkingurin spældi vinstri vongur á landsliðnum á venjingarleguni fyrr í ár, og væl gekst, so tað er onki undarligt í, at hann fær møguleikan hesaferð.

Í venjingunum hevur Henrik Larsen nýtt John Petersen og Andrew av Fløtum í álopinum, men tað verður helst bert pláss fyri øðrum teirra, tí Christian Høgni Jacobsen kom ikki til Føroya úr Vejle fyrr enn mánadagin, og væntandi eigur hann annan sessin í álopinum.

Andrew av Fløtum er toppskjútti í 1.deild í ár, og tí kann væl vera, at hann fær møguleikan frá byrjan. Tó er ringt ímynda sær John Petersen á beinkinum, tí hann hevur verið ein av bestu spælarunum á landsliðnum seinastu árini, og um hann ikki verður í álopinum, so er eisini møguleiki hjá honum at spæla á miðvøllinum.

Møgulig uppstilling ímóti Liktinstein: Jákup Mikkelsen, Johannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Arnbjørn Danielsen, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Heðin á Lakjuni, Christian Høgni Jacobsen og John Petersen