Fyrsta servicestøðin til elbilar

Týsdagin 12. april letur fyrsta servicestøðin hjá ChoosEV til elbilar upp í Keypmannahavn.

Tað verður klima- og orkumálaráðharrin Lykke Friis, sum alment letur støðina upp. Talan er um eina QuickCharge-løðistøð, har tað bert tekur 20 min. at løða ein elbil, so hann kann koyra næstu 100 kilometrarnar.


Danska elbilafyritøkan ChoosEV eigur og rekur støðina. Málið hjá ChoosEV er at vera leiðandi á danska marknaðinum innan infrastruktur til elbilar.


mg