Fyrsta sterka ølin

Trævetur. Tað er heitið á fyrstu ølini á 8,5% frá Før­oya Bjór.

– Vit fegnast um, at tað nú er loyvt at bryggja sterkt í Før­oy­um, og er hettar tann fyrsta sterka ølin, ið vit nú hava bryggjað, verð­ur sagt av Føroya Bjór.

Tað verður vanliga sagt um tvey ára gaml­ar veðr­ar, at hann er tvæ­vet­ur. Um trý ára gaml­ar veðrar, siga vit, at hann er trævetur. Hað­ani stavar heitið á nýggju ølini.

Trævetur, ella Tripp­le Ram, sum enska heit­ið er, borgar fyri góðsku, og er tað bjór, ið kann lagr­ast í longri tíð. Smakk­ur­in er »vin­øs­ur og kompl­ekst­ur«, siga tey av Før­oy­ar Bjór.

– Hetta er ein øl, sum veruliga stútar og hev­ur stolt­leika, verður sagt frá Før­oya Bjór.

Hóast tað nú er loyvt at bryggja sterk í Før­oy­um, heimilar lóg­in ikki at selja sterkt før­oyskt øl fyrr enn 1. apr­íl 2012. Tí verð­ur øl­in Træ­vet­ur bara út­flutt næstu mán­að­ir­nar.
Trævetur, ella Trippe Ram, verð­ur tapp­að um ein mánað.