Fyrsta stig av vegnum í Brekkubø er liðugt

Arbeiði at gera vegin byrjaði í fjør, tá kom vegurin til trappuna við Danskarahúsini. 

 

Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.

 

Arbeiði bleiv tikið upp aftur í oktobur í ár og nú er fyrsta stig av arbeiðinum liðugt.

 

Enn manglar nakað, áðrenn vegur er heilt liðugur, m.a manglar asfalt, lyktapelar og ein trappa skal gerast, hetta arbeiði verður gjørt komandi ár, skrivar Vágs kommuna.