Fyrsta ungdómsbýráð í Klaksvíkar kommunu

Í morgin verður fyrsta ungdómsbýráð hjá Klaksvíkar Kommunu sett, har unga ættarliðið fær høvið at hava sín egna nevndar- og býráðsfund, og nógv áhugaverd mál eru á skránni, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður, á heimasíðu kommununar.

Í morgin verður fyrsta ungdómsbýráð hjá Klaksvíkar Kommunu sett, har unga ættarliðið fær høvið at hava sín egna nevndar- og býráðsfund, og nógv áhugaverd mál eru á skránni, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður, á heimasíðu kommununnar. Tað eru tíggju ung fólk sum ery vald í ungdómsbýraðið.


Fyrst fer ungdómsbýraðið at skipa seg í tvær nevndir, avikavist trivnaðar- og mentanarnevnd og tekniska nevnd, áðrenn innkomnu uppskotini um mál verða viðgjørd. Nevndirnar gera síni tilmæli, sum verða løgd fyri ungdómsbýrað til støðutakan.

 

Eins og til vanligar býráðsfundir er ein skrá gjørd, sum verður løgd á heimasíðu kommununnar dagin fyri býráðsfundin, hetta so borgarar lættari kunnu fylgja við arbeiðnum hjá ungdómsbýráðnum, er at lesa á heimasíðuni.

 

 - Ungdómsbýráðið gevur teimum ungu eina rødd, sum eg fegnist um, og sum gevur okkum, býráðspolitikarum, vitan um, hvat rørist millum tey ungu. Hetta er fult í tráð við tað, sum Klaksvíkar Býráð hevur samtykt í Barna- og Ungdómsvirðunum, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður.

Her eru níggju av teimum ungu, sum fara at manna ungdómsbýráðið í Klaksvík í morgin: Standandi frá vinstru eru tey Magnus Hansen, Oddur Joensen, Jona Elisa Rasmussen, Marið í Heimistovu, Dánjal K. Thomsen og ytst høgrumegin, Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.

Sitandi frá vinstru eru tey Mariam Joensen, Sigmar O. Nysted, Kári Sólheyg og John Hermann Fuglø.

Ein av ungdómsbýráðslimunum manglar á myndini.