Tá løgtingsfundur verður settur kl. 10 í morgun verður tað ein blanding av nýggjum tingfólkum, royndum tingfólkum og tingfólkum, ið hava verið har fyrr og eru afturíafturkomin.
Fimm nýggj fólk taka sæti fyri fyrstu ferð á tingi í morgun. Tey eru Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin, Sonja Jógvansdóttir og Bjarni Hammer, bæði fyri Javnaðarflokkin og Katrin Kallsberg fyri Tjóðveldi.
Trý tingfólk møta til fundar í dag, sum áður hava havt sæti á tingi sum varafólk. Tey eru Magni Arge, Tjóðveldi, Jógvan Skorheim, Nýtt Sjálvstýri, og Hanna Jensen, Framsókn. Jógvan Skorheim fer tó væntandi at leggja sessin frá sær, aftaná at Klaksvíkar býráð í gjár ikki gav honum frávik at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingssessin.
Síðani eru fýra fólk, ið møta á tingi í morgun, ið áður hava verið vald á ting, men ikki sótu síðstu tingsetu. Tey eru Edmund Joensen og Magni Laksáfoss, Sambandsflokkurin, Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, og Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi.
Síðani eru tað tjúgu tingfólk, ið vóru afturvald á síðsta løgtingsvali, ið aftur taka sæti á tingi í dag.
Sitandi landsstýrisfólk frá ABH samgonguni møta eisini á tingi í morgun, tí tingfundurin skal staðfesta valbrøvini hjá teimum 33, ið vórðu vald. Tískil er tað ein av fáu løtum, tá eitt landsstýrisfólk kann taka sæti á tingi. Landsstýrisfólkini í ABH samgonguni verða loyst úr starvi seinni í dag, tá komandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, útnevnir síni landsstýrisfólk.