Fyrsti danin deyður av coronavirus

Ein 81 gamal maður hevur latið lív í Danmark

Tað upplýsir Region Hovedstaden í einum tíðindaskrivi sent til danskar miðlar beint nú.

Talan er um ein 81 ára gamlan mann, sum hevur verið innlagdur fyri aðrar álvarsamar sjúkur. Meðan hann hevur verið innlagdur, fekk hann sjúkueyðkenni fyri covid-19, og hetta bleiv seinni staðfest.

Hann hevur verið í sjúkhúsunum í Herlev og Gentofte, og starvsfólkini, sum hava verið rundanum hann, eru send heim.

DR hevur tosað við læknan Peter Qvortrup Geisling, og hann sigur, at hetta ikki kemur óvart á.

– Statistiskt eru tað so nógvir danir, sum eru smittaðir við coronavirus, at tað er væntandi, at fyrsti persónurin nú er deyður. Tað virkar altíð ræðandi, tá mann hoyrir, at fyrsti persónurin er deyður av einari nýggjari virus. Men heilsumyndugleikarnir hava mett, at millum 1600 og 5600 danir fara at doyggja í sambandi við coronasmittu, sigur hann við DR.

– Til samanbering skulu vit minnast til, at tað hvørt ár doyggja umleið 1.000 danir av influensa, sigur hann.