Fyrsti EM-undankappingarsigurin gjørdist ein stórsigur

Føroysku hondbóltskvinnurnar vunnu 34-16 á Luksemborg

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti vunnið ein EM-undankappingardyst.

 

Føroyar vunnu í kvøld á útivølli stórsigur 34-16 á Luksemborg. Í steðginum vóru Føroyar á odda 16-9.

 

Liðini hittast aftur í høllini á Hálsi komandi sunnudag klokkan 17, og tá skuldi ligið væl fyri at fingið enn ein sigur.

 

Føroyska liðið skoraði upp á 34 av 46 málmøguleikum. 

 

Í seinna hálvleiki syrgdu føroysku venjararnir fyri, at allar í hópinum fingu spælitíð, og var tað sera jaligt.

 

Klokkan 19.30 byrjar dysturin millum Ísland og Svøríki.

 

Í bólki 7 hava Svøríki og Ísland fýra stig hvør, Føroyar hava tvey stig, meðan Luksemborg er aftast við ongum stigi.

 

Málskjúttar Føroyar: Jana Mittún 8/10, Pernille Brandenborg 7/7, Lív S. Poulsen 6/7, Súna K. Hansen 5/8, Anna Elisabeth H. Weyhe 4/4, Maria P. Nólsoy 2/3, Rannvá Olsen 1/1, Bjørk F. Joensen 1/1. 

 

Annika Fríðheim Petersen bjargaði 11 av 23 málroyndum, og Silja A. Müller bjargaði tveimum av seks málroyndum.