- Dagurin eyðnaðist sum heild sera væl, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá FSF, ið var ein av fyriskipararnum. Hann leggur aftrat, at ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, ið verður hildið á hvørjum ári.
Heilsufótbóltsleikararnir úr AB vunnu kappingina, meðan KÍ og FC Trón vunnu ávíkavíst silvur og bronsu, samanlagt luttóku fimm lið í kappingini.
Endamálið við heilsufótbóltsdegnum er at geva teimum, ið spæla heilsufótbólt, møguleika at hittast til ein stuttleikan dag, har fótbóltur og heilsa er í miðdepli. Samstundis sum hetta skal vera við til at skapa enn størri áhuga fyri heilsufótbólt.
##med2##
Fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari, skrivar FSF í tíðindaskrivi.