Fyrsti sáttmálin hjá Adolfo Sormani

Betri deildin menn: Nýggi venjarin hjá HB hevur gjørt sín fyrsta sáttmála í felagnum

Mynd: (HB) Adolfo Sormani, nýggjur venjari hjá HB, og Ási Dam

Ási Dam hevur longt sáttmálan við HB. Tað boðar felagið frá. U21-landsliðsspælarin er ein av helst ov fáum ungum spælarum hjá HB, sum hevur tikið lopið út á leigu. Tað hevur úrslitað í einum føstum plássi á U21-landsliðum.

 

- Vinstri bakkurin hevur undirskrivað nýggjan sáttmála fyri 2024. Ási var útleigaður til 07 Vestur í seinnu hálvu, har hann vann sær fast pláss á liðnum beinanvegin. Hann varð eisini úttikin til U21-landsliðið, skrivar HB.

 

20 ára gamli Ási Dam er uppvaksin í HB, men hevur eins og fleiri aðrir ungir spælarar í felagnum, havt trupult við at vinna sær pláss á besta liðnum. Í summar bleiv hann leigaður út til 07 Vestur, sum misti danska vinsta bakkin, Rasmus Knudsen.

 

Við skiftinum fekk Ási Dam spælitíð og vann sær síðani fast pláss á U21-landsliðnum. Sáttmálin er galdandi fyri 2024. Hetta er samstundis fyrsta almenna útspælið frá HB, eftir at italski Adolfo Sormani tók við sum venjari í felagnum.

 

Mynd: (HB) Adolfo Sormani, nýggjur venjari hjá HB, og Ási Dam