Fyrsti sáttmálin um vetrarfriðing

- Vit ætla at seta pengar av fyri 2015, so arbeiði at hegna kann fara í gongd, sigur Vestmanna kommuna.

Vestmanna kommuna skrivaði í gjár undir sáttmála um vetrarfriðing av parti av Vestmanna. Sáttmáli er undirskrivaður við Fjalshaga.

 

- Vit takka Fjalshaga fyri sera góðar og gevandi samráðingar, sum rukku á mál við hesum sáttmála, ið báðir partar eru nøgdir við.

 

Tað sigur Vestmanna kommuna.

 

Lagt verður aftrat, at samráðingar eru eisini við Neshaga og Heina á Heygum um at vetrarfriða teirra hagar.

 

- Vit vóna, at hesa samráðingar kunnu verða lidnar fyri ársskiftið, so farast kann undir at vetrarfriða alla bygdina- og ikki bara Fjalshaga.

 

Vestmanna kommuna veit at siga, at samlaði kostnaðurin at vetrarfriða partin hjá Fjalshaga er 578.000 krónur, og upphæddin verður goldin yvir 11 ár.

 

- Vit fara ætlandi at seta pengar av á fíggjarætlanini fyri 2015, so arbeiði at hegna kann fara í gongd, sigur kommunan.