Fyrsti sigurin hjá VB í Faxe Kondi kappingini kom til høldar

VB vann sannførandi á H71 2

Ein dystur var leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í dag.

 

VB vann á heimavølli sannførandi 37-29 á H71 2. Vágskvinnur løgdu góðan botn við góðum avriki í fyrra hálvleiki. Í steðginum var VB á odda 22-13. 

 

Tað nærmasta H71 2 kom VB í seinna hálvleiki var við støðuna 25-31.

 

Talan er um fyrstu stigini hjá VB í Faxe Kondi kappingini hesaferð. VB hevur undan dystinum í dag tapt fyri Neistanum og EB.

 

Her ber til frá hsf.fo at síggja málskjúttarnir og støðuna í bólki 2: 

 

##med2##

 

##med3##