Fyrsti sigurin í yvir eitt ár

(Hondbóltur) Team Klaksvík vann í kvøld 31-24 á Kyndli.

Team Klaksvík hevur ikki beinleiðis kós móti finalunum, sum teir annars meldaði út var málið í ár, men teir eru nú komnir í gongd. Í dag vunnu teir 31-24 á Kyndli í Klaksvík.

 

Støðan í hálvleikinum var 19-16. Fyri Team Klaksvík gekk Sámal á Tjaldrafløtti á odda við málskjótingini. Hann skoraði ikki færri enn tíggju mál. Fyri Kyndil var David Edvardsen toppskjútti við sjey málum.

 

Í fjør tapti Team Klaksvik allar dystirnar, so talan er um fyrsta sigurin í yvir eitt heilt ár.

 

Atlantic Airways deildin:

Team Klaksvík – Kyndil 31-24 (19-16)

Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Petjvic Zarko 8, Igor Igor Petrikeev 5, Jens Pauli Mohr 5, Dánjal Kjærbo 3,

Kyndil: David Edvardsen 7, Bjarni Sørensen 6, Josef Abrahamsen 4, Hans Áki Dal Christiansen 3, Andrias Sólskjer 2, Høgni Klein Olsen 2

 

Støðan:

1.     KÍF 8(stig)

2.     VÍF 8

3.     Kyndil 6

4.     Neistin 6

5.     H71 4

6.     StÍF 4

7.     Team Klaksvík 2