Fyrsti sigurin til Hall Hansson

Superligan: Íslendskt mál tryggjaði AC Horsens sigurin

AC Horsens vann í kvøld sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Hallur Hansson, sum spældi allan dystin, og hansara liðfelagir vunnu 2-1 á Lyngby. Avgerandi málið skoraði íslendski Kjartan Finnbogason.

 

Undan dystinum hevði AC Horsens spælt fýra javnleikir og tapt ein. Serliga illa smakkaði javnleikurin móti Silkeborg umfarið fyri. Tí kom tað væl við, at AC Horsens í kvøld vann á uppflytarunum úr Lyngby.

 

Hallur Hansson spældi allan dystin. Hann hevur verið fastur maður á liðnum síðani hann bleiv keyptur í summar. Við sigrinum hevur AC Horsens fyribils vunnið seg upp á níggjunda pláss eftir seks dystir.

 

FC Nordsjælland og Randers, sum hevði Brand H. Olsen á bonkinum allan dystin, spældu javnleik 1-1.

 

1

FC Koebenhavn

5

4

1

0

15

2

13

13

2

Broendby IF

5

3

2

0

15

5

10

11

3

AaB

5

3

2

0

8

5

3

11

4

Randers FC

6

3

2

1

7

5

2

11

5

FC Midtjylland

5

2

2

1

13

8

5

8

6

Lyngby

6

2

2

2

8

7

1

8

7

AGF

5

2

2

1

7

6

1

8

8

OB

5

1

4

0

7

5

2

7

9

AC Horsens

6

1

4

1

9

9

0

7

10

Viborg

5

1

1

3

3

8

-5

4

11

FC Nordsjaelland

6

1

1

4

7

14

-7

4

12

SoenderjyskE

5

0

2

3

3

9

-6

2

13

Silkeborg

5

0

2

3

3

12

-9

2

14

Esbjerg fB

5

0

1

4

4

14

-10

1