Teitur Magnusson skoraði tvey mál, tá Neistin tapti 21-26 (9-14) ímóti Kyndli í grannauppgerðini í FTZ deildini í dag.
Teitur Magnusson staðfestir, at Kyndil var betra liðið, og hann viðgongur eisini, at álopsparturin riggaði ikki nóg væl hjá Neistanum í dag. Tó heldur Teitur Magnusson, at serliga teir fyrstu 10 minuttirnir, tá Neistin var aftanfyri 0-5 kostaðu nógv, og tað gjørdist eisini tann munurin, tá samanum kom.
Teitur Magnusson heldur, at FM-tokið hjá Neistanum er farið, men teir ætla at hanga í, og ætla at arga oddaliðini, sum skulu stríðast fyri at vinna seg í FM-finaluna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná grannauppgerðina millum Neistan og Kyndil.