Fyrstu bólkarnir klárir til »við Brúnna«

12. juli verður tónleikatiltakið »við Brúnna« hildið á Oyrarbakka. Fyrireikararnir boða nú frá fýra teimum fyrstu bólkunum, sum verða at hoyra á tiltakinum.

12. juli verður tónleikatiltakið »við Brúnna« hildið á Oyrarbakka. Fyrireikararnir boða nú frá fýra teimum fyrstu bólkunum, sum verða at hoyra á tiltakinum.

 

– Vit eru fegnir um at kunna boða frá, at Hanus G. Johansen, ein av okkara mest virdu trubadurum, trínur á pall á Oyrarbakka tann 12. juli. Klaksvíkingurin, sum í nógv ár hevur búð í Hósvík, hevur serlig evni at trøllabinda áhoyraran við sínum løgum og tulkingum, siga fyrireikararnir.

 

Umframt Hanus G. Johansen verður ungi maðurin av Oyrarbakka, Marni Kruse, sum fer at framføra á heimavølli. Hann er í løtuni staddur í Danmark og arbeiðir við sínari fyrstu EP við egnum løgum og tekstum. Marni Kruse hevur seinastu tíðina verið aktuellur í útvarpinum við sanginum "She´s Beautiful".

 

Triði bólkurin er Tinganest, sum hevur nógvar fjepparar kring alt landið. Teir eru kendir fyri at fanga áhoyrararnar við fínum løgum og ofta fyndugum tekstum, sum altíð geva fólki hug at syngja við.

 

Síðsta navnið, sum fyrireikararnir hava valt at avdúka í dag er kollfirðingurin Jens Marni Hansen.

 

Jens Marni hevur eisini játtað at luttaka, og kollfirðingurin hevur ein stóran og trúgvan fjepparaskara, og tað við røttum. Ein egin og sterk rødd, fangandi rockløg og professionellur hugburður gera, at hann heldur sær á toppinum, siga fyrireikararnir.