Fyrstu fólkini rýmd

Tvey starvsfólk á Strandferðsluni hava longu sagt seg úr starvi, og fleiri eru væntandi, siga fólk á stovninum.
- Ótryggleiki valdar nú millum øll almenn starvsfólk í Havn, tí hvat hendir næstu fer ein landsstýrismaður við aðrar dialekt skal røkja sítt valdømi? spyr annað starvsfólkið, sum hevur sagt upp.

Seinastu dagarnar hava nógv fólk róð framundir, at starvsfólkini á Strandferðsluni fara at rýma, áðrenn fyrireikingarnar til flytingina eru lidnar. Somu fólk hava hildið uppá, at hetta fer at syndra stovnin, og at fáa álvarsligar avleiðingar fyri nýggju Strandferðsluna sum heild.
Í morgun frættist so, at tvey starvsfólk longu hava sagt seg úr starvi, og sambært Tórfríð Johannesen, álitisfólk á Farstøðini og Samferðsludeildini, eru fleiri onnur eisini farin at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum norðanfjørðs.

Skilir púrt onki
Hansina Waagstein, hevur starvast á Strandferðsluni í 9 ár. Umframt at vera lønarumsitari og skrivstovufólk, er hon eisini álitisfólk.
- Eg fekk tilboð um annað starv, og gjørdi av at taka av beinanvegin. Sostatt fari eg hiðani 1. mars, sigur hon við Sosialin.
Hansina er hørm um at 9 góð ár skuldu enda soleiðis, og hon heldur handfaringina av málinum vera út um alt mark.
Spurd, um tað kom óvart á hana, at stovnurin flytur suður, sigur hon:
- Eg hevði forsvorið, at teir fóru at flyta stovnin til Tvøroyrar. Dugi ikki við mínum besta vilja at síggja endamálið við tí. Strandferðslan er so nógv meira enn bara Smyril, og hevur skyldur at røkja kring alt landið. Tí skal stovnurin sjálvsagt vera í Miðstaðarøkinum, sigur Hansina Waagstein. Samstundis leggur hon dent á, at í øllum førum átti politiska ætlanin at verið meira langsiktað, ella í smærri bitum.
- Handfaringin og kunningin til starvsfólkini hevur verið sera ótespilig, og kundi verið nógv meira virðilig, sigur Hansina Waagstein.

Hvør verður næst
Hitt starvsfólkið, sum nú leitar sær nýggjar leiðir, er Martin Heinesen, skipsinspektørur. Hann byrjaði á Strandferðsluni í august, og gevst alt fyri eitt.
- Í mínum føri er tað torført at finna motivatión til at vera her, og eg haldi ikki, at eg havi skyldu til at vera loyalur, tí hetta var ikki tað, sum eg var settur í starv til, sigur Martin Heinesen, sum nú fer til skips.
Hann heldur, at stóra mistakið hendi, tá landsstýrismaðurin kunnaði starvsfólkini.
- Í staðin fyri at hava eina loysn, ella eina gularót, sum motiverar starvsfólkini til at vera við til at fyrireika flytingina, so tóktist hann als ikki keddur okkara vegna, sigur Martin Heinesen.
- Eg haldi tað verða ræðandi, at ein landsstýrismaður hevur tílíkt vald, at hann einsamallur ræður yvir lagnuni hjá, í hesum førinum, 20 fólkum, sigur Martin Heinesen, og hann vísir á, at nú var tað Strandferðslan, næstu ferð kanska ein annar stovnur.
- Ótryggleiki valdar nú millum øll almenn starvsfólk í Havn, tí hvat hendir næstu fer ein landsstýrismaður við aðrar dialekt skal røkja sítt valdømi?