Tað er sonn fragd at síggja myndirnar av nýggju pedagogunum og lærarunum, sum eg havi skilt fingu handað prógv á Læraraskúlanum síðsta fríggjadag.
Myndirnar eru søguligar á tann hátt, at hetta eru fyrstu liðini av pedagogum og lærarum, ið hava lokið prógv sambært kunngerðini um læraraútbúgving frá 13. november 2009, sum er grundað á lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya.
Ofta hevur tað verið kopi past úr donskum, tá ið formligir karmar á undirvísingarøkinum eru smíðaðir ella dagførdir. Soleiðis var ikki í hesum førinum. Nýggju útbúgvingarnar eru føroyskar skilt á tann hátt, at tað er við støði í føroyska samfelagnum og í tørvinum, sum vísti seg at vera í føroyskum skúlum og stovnum, at støði varð tikið í arbeiðnum. Og samstundis lúka útbúgvingarnar krøvini, sum altjóða samfelagið setur um gjøgnumskygni, dokumentatión, eftirmeting og so víðari.
Myndirnar av nýggju pedagogunum og lærarunum drógu hugan seks ár aftur í tíðina, og tað er við takksemi til myndugleikar, pedagogfelagið, lærarafelagið, samstarvsfelagar á Læraraskúlanum og ikki minst tey lesandi, sum nú eru á veg á arbeiðsmarknaðin, at eg minnist aftur á tíðina, tá hugsanir vórðu kveiktar, ætlanir lagdar, formligar avgerðir tiknar, og kunngerðin lýst, sum er grundarlagið undir útbúgvingunum hjá teimum, sum fríggjadagin fingu prógv, og ikki minst aftur á stóra arbeiðið hjá starvsliðnum á Læraraskúlanum í fak- og skeiðslýsingum vigaðar í ECTS, frymlum viðvíkjandi mannagongdum, vegleiðing og eftirmeting og alt tað, sum Bologna ásetingarnar krevja.
At tað eydnaðist at fáa alt hetta avgreitt so tey, sum í 2008 fóru undir lestur eftir royndarskipan, nú fingu prógv sambært lóg um Fróðskaparsetur Føroya og kunngerð um pedagogútbúgving og læraraútbúgving undirstrikar, hvussu væl kann spyrjast burturúr, tá ið viljin er góður, nærlagnið stórt og fokus á málinum, og at tað kunnu vera stórir fyrimunir av at liva í lítlum samfelag við tøttum samstarvi millum avvarðandi partar.
Grundarlagið
Tað var í august 2006, at PLÚ álitið varð handað Jógvani á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum. Álitið snúði seg um nýggja pedagogútbúgving og læraraútbúgving, og nevndin aftanfyri álitið var mannað við umboðum fyri myndugleikan, fakfeløgini, Læraraskúlan, Fróðskaparsetrið og kanska onkran annan eisini.
Skotið varð upp, at útbúgvingarnar skuldu vera á BED støði, og at tað samstundis skuldi arbeiðast fram ímóti MA støði, og at undirvísingin varð moduliserað. Tað vil siga, at Læraraskúlin skuldi verða partur av Fróðskaparsetrinum, og at útbúgvingarnar skuldu verða granskingargrundaðar, og at undirvísingin skuldi skipast soleiðis, at bara eitt skeið ella evni var á skránni í senn, og at øll skeið og evni skuldu enda við eftirmeting.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í mentamálum, setti í februar 2008 nevnd at arbeiða við útbúgvingunum. Martin Næs, deildarstjóri í MMR, var formaður, og hinir nevndarlimirnir vóru Jørgen Meitilberg, fulltrúi í MMR, og undirritaði. Seinni vórðu Janus Jensen og Hildur Patursson, sum arbeiddu í MMR, nevndarlimir. Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, og Jarvin F. Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, vóru í fylgisbólki, og nevndin samskifti eisini við Jóan Paula Joensen, rektara á Fróðskaparsetrinum.
Karmurin
Í fyrstu atløgu var ætlanin at gera nýggja lóg um læraraútbúgving og pedagogútbúgving. Frammanundan var tað soleiðis, at læraraútbúgvingin varð grundað á lóg um læraraútbúgving frá 1980. Henda lógin minti rættuliga nógv um lógina um læraraútbúgving, sum var galdandi í Danmark í sjeytiárunum.
Pedagogútbúgvingin vísti eisini til læraralógina, har tað í grein fýra verður sagt:
“Landsstýrismaðurin kann gera av, at aðrar útbúgvingar í samarbeiði við læraraútbúgvingina kunnu setast á stovn við læraraskúlan”.
Tað var í 1986, at føroyska pedagogútbúgvingin varð smíðað og seinni lýst í kunngerð. Fyrstu pedagogarnir fingu prógv tíðliga í 1990.
Í juni 2008 ella nakrar mánaðir eftir, at nevndin var farin undir arbeiðið at fyrireika nýggja lóg um útbúgvingarnar báðar, samtykti løgtingið nýggja lóg um Fróðskaparsetur Føroya. Spurningurin tók seg síðani upp, um tað var rætt at fyrireika uppskot um nýggja lóg fyri læraraútbúgving og pedagogútbúgving, og um tað ikki var rættast, at hesar útbúgvingarnar – eins og allar aðrar útbúgvingar á Setrinum - vórðu grundaðar í lógini um Fróðskaparsetur Føroya.
Helena Dam á Neystabø, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, heitti á nevndina um at viðgera henda spurningin. Tað kendist ikki sørt bivandi sum rektari á Læraraskúlanum at vera við til at flyta tignina kring útbúgvingina frá lógar og til kunngerðarstøði. Men tað vísti seg, at avvarðandi partar vóru samdir í, at tað vóru eyðsýndir fyrimunir í hesum. Tað er lættari at broyta formligu ásetingarnar, og tað hevur týdning í dagsins samfelag, nú broytingarnar eru nógvar, og tað ivaleyst verður soleiðis, at karmarnir verða støðugt tillagaðir.
Millum tey, sum aðra staðni í brøðratjóðum okkara høvdu ábyrgd av útbúgvingunum, varð fregnast um hetta. Í flestu førum var svarið, at hugburðurin hevði verið, at útbúgvingarnar áttu at verið ásettar í lóg, men at tey nú høvdu broytt støðu og í staðin sóu fyrimunirnar í, at ásetingarnar nú vóru í kunngerð.
Kunngerðin um pedagogútbúgving og læraraútbúgving varð lýst 13. november 2009, og tað kendist sjálvandi væl, at formligu karmarnir nú vóru komnir upp á pláss – fimtan mánaðir eftir at tey fyrstu vóru farin undir lestur eftir nýggju skipanini.
Fyrstu fetini
Á vári 2008 heitti Kristina Háfoss, sum tá var landsstýriskvinna í mentamálum, á Læraraskúlan um at taka fleiri inn á bæði læraraútbúgvingina og pedagogútbúgvingina enn tað plagdu at verða tikin inn. Hetta varð gjørt fyri at vera við til at byrgja fyri, at fleiri leitaðu av landinum, tí tað ikki var pláss fyri teimum í føroysku útbúgvingarskipanini.
Læraraskúlin umrøddi saman við MMR, um tað var ráðiligt at halda fram at útbúgva pedagogar og lærarar sambært lógini um læraraútbúgving frá 1980 og kunngerðunum um pedeagogútbúgving og læraraútbúgving, sum vóru grundaðar á hesa lógina, ella um vit skuldu fara undir at útbúgva lærarar og pedagogar sambært lógini um Fróðskaparsetur Føroya og teimum ætlanum um innihald, sum fyrireikingarnevndin arbeiddi við.
Avrátt varð at fara undir nýggju útbúgvingarnar á royndarstigi. Formliga vórðu nýggju útbúgvingarnar í fyrstu atløgu grundaðar á gomlu lógina um læraraútbúgving, har tað verður sagt soleiðis:
§ 14. “Landsstýrismaðurin kann víkja frá reglunum í hesi lóg í tann mun, neyðugt er til tess at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði”.
Tá ið tey lesandi, sum nú hava tikið prógv, hugagóð fóru til verka í august 2008, var greitt, hvussu bygnaðurin í útbúgvingini skuldi verða, og innihaldið fyrsta árið var lagt til rættis. Fyrsta árið varð arbeitt við innihaldinum tey næstu árini. Vit plagdu at siga, at vit bygdu flúgvaran, meðan vit vóru á flogi. Tað kann vera vandamikið, men prógvhandanin í síðstu viku er staðfesting av, at tað eydnaðist, og tað er ikki minst starvsfólkunum og teimum lesandi fyri at takka. Báðir partar vóru eldhugaðir, lagaligir og dyggir í ráðum.
Skipanin
Tey, sum inntil fyri einari viku síðani vóru lesandi, og sum nú av røttum nevna seg pedagogar og lærarar, hava verið til fleiri próvtøkur enn tey, sum áður hava tikið útbúgving á Frælsinum. Soleiðis eru krøvini í nútíðini og harvið nýggju skipanini av útbúgvingum. Serliga fyri tey pedagoglesandi er talan um stóra broyting.
At talan er um nógvar eftirmetingar og próvtøkur tykist ikki hava darvað tey lesandi. Tað var skjótt, at tey lagaðu seg til nýggja veruleikan, og undirvísing, starvslæra við fokuseraðum málum, vegleiðing, eftirmeting og nýggjar lærugreinar og nýggj skeið gjørdust partur av gerandisdegnum.
Áður hevur tímatalið táttast um tey trediu og viðhvørt meiri enn so. Tá ið farið varð frá skúla og undirvísing og til lestur, so varð tímatalið lækkað munandi. Fyrsta árið eru tey lesandi fimtan tímar um vikuna á skúlanum, og seinni er tímatalið lægri enn so.
Sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum ræður tað um at finna javnvágir. Í samskifti við útbúgvarar uttanlands vóru ráðini at ansa eftir, at undirvísingin ikki minkaði ov nógv. Tað verður hon søgd at vera aðra staðni – av spariávum.
Tey flestu á Læraraskúlanum hava ábyrgd av familju, og nógv búgva á bygd og ferðast til Havnar í skúla. At tað nú varð undirvíst tríggjar fyrrapartar, og at restin av tíðini kundi nýtast til lestur og uppgávuskriving, hava tey lesandi sagt vera kærkomið.
Viðvíkjandi innihaldinum í læraraútbúgvingini og pedagogútbúgvingini verður víst til kunngerðina frá 13. november 2009.
Møguleikarnir
Í arbeiðnum at skipa nýggju útbúgvingarnar varð dentur lagdur á, at innihaldið skuldi rættast ímóti krøvum og ynskjum, sum stovnsverðin og skúlarnir í Føroyum høvdu.
Samstundis varð tað týdningarmikið, at bygnaðurin var soleiðis, at tað bar væl til at samlesa millum útbúgvingarnar, at tað var rudduligt at leggja til rættis, um ein partur av lestrinum skuldi vera aðra staðni, at útbúgvingarnar kundi vera bæði lestur og eftirútbúgving, og at innihaldið var á sovornum støði og so væl lýst, at tað ikki vóru trupulleikar við føroyskum prógvi at fáa starv aðra staðni og at fara undir víðari lestur aðra staðni.
Aðalmálið var og er at útbúgva pedagogar og lærarar til føroyska samfelagið. Men tað varð eisini hugsað um, at trygd skuldi vera fyri, at dygdin var á altjóða støði. Tí varð í arbeiðnum við kunngerðini og við lýsingum av fakum og skeiðum tætt samskifti við útlendskar stovnar.
Samband var við øll grannalondini, og serliga varð samstarvað við Kennaraháskúla Íslands, sum nú er partur av Lærda Háskúlanum í Reykjavík, við Roskilde Universitet, RUC, og við Danmarks Pedagogiske Universitet, DPU, sum hevur fingið allar dokumentatiónirnar fyri nýggju útbúgvingunum at lesa og gera viðmerkingar til. Fyri at tryggja støðið hava próvdómarar verið á Læraraskúlanum bæði frá RUC og DPU.
Alt fleiri pedagogar og lærarar fara undir víðari lestur. Tá er tað týdningarmikið, at lesturin á Frælsinum kann telja við í víðari útbúgvingini. Hetta letur seg gera. Um allur lesturin telur við, ella hvussu stórur partur telur við, valdast um, hvussu valini undir lestrinum á Frælsinum eru rættað í mun til víðari útbúgvingina.
Framtíðin
Í PLÚ álitinum varð lagt upp til, at lesturin til lærara og pedagog í fyrstu atløgu var á BED stigi, og at tað seinni varð fokuserað á MA útbúgvingar.
Talan er ikki so at siga um ein mikroovn, men um støðuga menning. Í fyrstu atløgu snýr tað seg ikki minst um kvalifikatiónirnar hjá lærarum. Útbúgvararnir skulu hava granskingargrundaðar útbúgvarar. Tað gongur rætta vegin hesum viðvíkjandi, men enn er neyðugt eisini at dúva upp á granskarar aðra staðni frá. Týdningarmikið er, at tað verður lagt soleiðis til rættis, at tað verður granskað soleiðis, at granskararnir so at siga granska seg inn í útbúgvingarnar og ikki út úr skipanini. Aðra staðni eru nógv dømi um hetta síðsta.
Ein annar táttur er eftirútbúgvingin. Læraraskúlin hevur í trý ár havt eftirútbúgvingar tilboð klárt, men orsaka av peningartroti eru hesi ikki enn vorðin til veruleika. Tað er spell, tí stovnar og skúlar og pedagogar og lærarar eru sera áhugað í eftirútbúgvingum.
Ein triði táttur er bókasavn við tilboðum, sum nøkta tørvin, ið nýggju útbúgvingarnar bera við sær. Seinastu seks árini hevur tað eydnast at skifta ein stóran part av bókasavninum á Læraraskúlanuum út. Serligur dentur hevur verið lagdur á at fáa til vega tilfar innan nýggju fakini, eitt nú skúlabúgving/innskúling, sernámsfrøði og pedagogiska leiðslu og tilvitanin um pedagogik og didaktikk – almennan og fakligan – er styrkt. Hetta hevur eisini havt við sær, at pedagogar og lærarar kring landið og onnur við áhuga fyri økinum, hava møguleikar at læna relevantar bøkur.
Hetta vóru hugleiðingarnar, nú fyrstu pedaogarnir og lærararnir hava tikið prógv sambært nýggju kunngerðini. Fimm ára sáttmálatíðin sum síðsti rektarin á Læraraskúlanum var liðug fyri einum ári síðani. Tað var ein fragd at samstarva við MMR, Løgtingið, fíggjarnevndina og Fróðskaparsetrið.
Nýggju pedagogunum og lærarunum verður ynskt hjartaliga til lukku. Vónandi fáa útbúgvingarnar blíðan byr, og vónandi fer tað altíð at vera soleiðis, at tilvitanin ongantíð fer at kámast um, at tað – eisini á universitetsstøði – er týdningarmikið at hava í huga, at tað snýr seg fyrst og fremst um at útbúgva til professiónirnar at vera pedagogur og lærari.
----------
Jóannes Hansen