Fyrstu ferð í 28 ár - 5000 fólk í Klaksvík

Tað var stórur spenningur í dag, tá Klaksvíkar Kommuna boðaði frá, at teir høvdu stór tíðindi, sum teir fóru at fráboða í dag.

 

Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, sendi beinleiðis á sínum Facebook vanga.

 

Søgan var tann, at nú er Klaksvík aftur komið uppá 5000 fólk, fyri fyrstu ferð í 28 ár, tvs. síðan 1988.

 

Borgari nummar 5000 eitur Árni Petersen, er 26 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann og konan fluttu herfyri til Klaksvíkar.

 

Jógvan Skorheim gav Árna eitt málarí eftir Edward Fuglø í gávu.

 

Hjartaliga til lukku Klaksvíkar Kommuna við borgara nr. 5000 og til lukku Árni við fína málarínum.