Flokkurin Høyre sær út til at gerast størsti flokkur í Noreg, eftir at kommunuval hevur verið í dag, mánadag.
Tað skrivar norska NRK út frá forsøgnum, sum miðilin hevur gjørt.
Sambært forsøgnini stendur Høyre til at fáa 24,7 prosent av atkvøðunum kring landið. Javnaðarflokkurin Arbeiterpartiet stendur til 21,2 prosent.
Seinast Høyre var størsti flokkur í norsku kommununum var í 1924, skrivar NRK. Síðani hevur Arbeiterpartiet verið størsti flokkur.
Eisini í norska høvuðsstaðnum, Oslo, sær tað út til, at Høyre verður størsti flokkur. Her stendur flokkurin sambært forsøgn hjá norska TV2 til framgongd upp á 8 prosent.
Um forsøgnin hjá TV2 heldur, fáa borgarligu flokkarnir 31 umboð í norska høvuðsstaðnum, har tað krevjast 30 til at fáa meiriluta.
– Fyrst skal teljast liðugt, og so skulu samráðingar til. Men tað er eingin ivi um, at tað er ein fantastiskur dagur og ein eitt fantastiskt kvøld, sigur fyrrverandi norska uttanríkisráðfrúan úr Høyre, Ine Eriksen Søreide við norska TV2.
Fyrrerandi forsætisráðfrúan í Noreg, Erna Solberg, er forkvinna í Høyre. Hon var forsætisráðfrú frá 2013 til 2021, tá Jonas Gahr Støre úr Arbeiderpartiet tók yvir.
Og spyrt tú næstformannin í Høyre, Henrik Asheim, er valúrslitið mánadagin byrjanin til eitt comeback hjá Ernu Solberg sum forsætisráðfrú.
Tað sigur næstformaðurin sambært TV 2.
– Vit hava havt bestu boðini, og vit hava svarað skjótt upp á øll álop. Erna hevur verið strálandi í øllum kjakum, sigur hann sambært miðlinum.
Norski forsætisráðharrin og formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jonas Gahr Støre, er ikki eins hugtikin.
– Vit vistu, at tað fór at vera ein hørð uppgáva, og tað er blivið til eina harða uppgávur, sigur hann av røðarapallinum í kvøld sambært TV 2.
– Tað er ikki gott nokk.
Sambært NRK er einasta flokkur vinstru megin, sum hevur framgongd, flokkurin Sosialistisk Venstreparti.
Bæði í forsøgnini hjá TV 2 og hjá NRK stendur SV til framgongd upp á undir eitt prosentstig til ávikavist 6,8 og 6,9 prosentstig.
/ritzau/