Fyri fyrstu ferð í ár er KÍ ikki favorittur í einum betrideildardysti

Oddsini hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin HB-KÍ eru næstan jøvn

Í annaðkvøld klokkan 18 byrjar eina sera avgerandi dystur í FM-stríðnum í Betrideildini hjá monnum. 

 

HB, ið er nummar trý við 47 stigum tekur móti KÍ, ið er fremst í deildini við 52 stigum. HB hevur undan dystinum í annaðkvøld spælt 20 dystir, meðan KÍ hevur spælt 19 dystir.

 

Ein sigur til HB fer at seta eld á FM-stríðið. Ein sigur til KÍ fer at leggja sjógv ímillum KÍ og HB, tí tá verður KÍ við einum dystum færri átta stig frammanfyri HB. KÍ kann eisini betri liva við einum javnleiki í annaðkvøld.

 

Undanfarnu 19 dystirnar í Betrideildini hetta kappingarárið hava altjóða veddingarfyritøkurnar hvørja ferð havt KÍ sum favoritt til at vinna dystin. Soleiðis er ikki hesaferð.

 

Oddsini hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin eru næstan jøvn. 

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 2,51, og miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 2,59.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,17.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##