Fyrstu ferð kvinna røkir starvið

Rachel Reeves verður nýggjur fíggjarmálaráðharri í Bretlandi

(Mynd: Paul Ellis/Ritzau Scanpix)

Keir Starmer hevur tikið við sum bretskur forsætisráðharri eftir sigurin hjá Labour flokkinum á valinum í gjár.

 

Hann hevur í dag útnevnt Rachel Reeves sum nýggjan fíggjarmálaráðharra, og hetta er fyrstu ferð, at ein kvinna røkir hetta starvið í Bretlandi.

 

Rachel Reeves er 45 ára gomul og hevur útbúgving innan búskaparfrøði. Hon hevur sitið í Undirhúsinum síðani 2010.

 

– Vit hava stórar uppgávur fyri framman, og hetta er ein nýggj byrjan. Latið ikkum fara til arbeiðis, segði Rachel Reeves í røðu fyri starvsfólkunum í fíggjarmálaráðnum í dag.

 

Nýggjur uttanríkisráðharri í Bretlandi er 51 ára gamli David Lammy, sum hevur útbúgving sum løgfrøðingur og hevur sitið í Undirhúsinum síðani 2000.

 

 

 

(Mynd: Paul Ellis/Ritzau Scanpix)