GAMLA TØKNIN
Eirikur Simonsen
Brennievnisnýtslan var uppá umleið 6 km fyri hvønn liturin av bensini, men útlátið hevur verið ógvusligt í mun til tað, vit kenna til í dag. Koliltu prosentið (CO%) var vanliga umleið 12 til 18%, um hesin skuldi hava eina nøktandi tómgongd.
Í dag er tað kalla onki, men sjálvandi kravdi hetta eisini eina tilvenjing av tí persóni, ið skuldi koyra henda bil. Eitt nú skuldi bilførarin syrgja fyri, ímeðan hann koyrdi, tað var at lutfallið ímillum bensinið og luftina skuldi samsvara, men eisini skuldi ansast eftir tendringstíðini. Til hetta vóru hantak ella knarvar tøk inni í bilinum.
Úr 6 voltum til 12 ? og nú til 42
Dynamo og startara hevði bilurin, sum kom til Føroya, og var tað ein 6 volt skipan, sum skuldi syrgja fyri elektriskari orku til tendriproppar og tvær lyktir framman ? onki við at hava høg og lág ljós ? og eina aftan, so sjálvandi eisini uppløðing av akkumulatorinum.
Men hetta marglætið var lutfalsliga nýtt hjá Ford tá. Í trýssinum var spenningurin settur úr 6 til 12 volt, og í tí nýggju øldini, sum vit ídag liva í, er hetta farið upp til 42 volt, hetta orsakað av tí stóru streymnýtslu, ið vit hava til motorstýringar, bremsur, avfjaring, hentleikaskipan av ymiskum sløgum, trygdarskiparnir o.s.v. fyri bara at nevna nøkur dømi uttan at koma í smálutir.
Gear men onga kobling
Bremsurnar virkaðu bert upp á aftur hjólini, og vóru hesar mekaniskar, t. v. s. at stengur vóru samanbundnar frá fótpedali aftur í hjólini. Her er neyvan neyðugt at viðmerkja nakað.
Gearini vóry tvey fram og eitt aftur, skiftið fór fram við hjálp av fótpedalum og bremsu, ið hevði samband við tey sokallaðu planetgearini, kobling var ongin.
Planetgerrskipanin, ið her var brúkt, er næstan óbroytt í teim víðagitnu automatgirskipanum, ið fleiri av okkum kenna, og sum er eina mest nýtt í amerikanskum bilum upp gjøgnum tíðina.
Snilda uppfinnilsið, ið allir bilar enn brúka tann dag í dag er differentialið. Hetta varð eisini nýtt í Ford T bilinum tá, so har er sostatt ongin munur á í høvuðsheitum.
Róðurgreiðirnar vóru ikki at samanbera við tað, vit eru von við í dag. Strævi var at snara og trupult at halda beina kós, so at hugsa sær vegirnar tá?
Róðurið skuldi bert snarast tvey umfør borð í borð, men ein kendi ikki til annað, so hetta var óført.
Hjólini vóru framleidd úr dygdargóðum timbri líka sum karrosaríið eisini var tað. Til hetta arbeiðið var álitið sett á karetmakaran, sum var ein vanlig yrkisútbúgving tá.
Talgilda tøknin avgerandi
Til seinast skal sigast, at grundsjónarmiðini til tað, vit kalla bilin í dag, eru í størsta mun varðveitt, men við tí talgildigu tøkni, sum er allastaðni rundan um okkum í dag ? og í akførum, so er henda eisini heilt avgerandi fyri tann framburð, ið framtíðin ferð at bjóða okkum.
Olja sigst vera funnin við Føroyar, men tað veit ein og hvør, at verður olja vunnin úr undirgrundini, so er tað í eina avmarkaða tíð, at hetta letur seg gera. Tað er ikki sum við fiskinum, sum endurnýggjar seg sum eitt óendaligt ríkidømi.
Tí er gransking í øðrum orkusløgum komin rættuliga væl áleiðis, her verður einamest hugsað um vetnisevnafrøði við brennukømrum, sum so framleiða orku til elmotorar, sum drívmegi. Hesir verða royndarkoyrdir við lutfalsligum góðum úrslitum. Tí kunna vit, um granskarar eru eftirfarandi, vænta hesa orku sum vanliga drívmegi í akførum um 15 til 20 ár.
Oljuni mugu vit ansa væl eftir, um hon er har. Tað eru aðrir nýtarar, ið eru meira tilknýttir hana, t. d. elframleiðslan, skipini, ídnaður o. s. fr. Livst so spyrst.