Fyrstu gullheiðursmerkini í Føroyaleikunum eru vunnin

 

 

Ríðingin tjóvstartaði leikirnar mikudagin. Í ríðing varð kappast í greinini Skeið 100, og kappingin bleiv hildin á breytini í Marknagili.

Luttakarar vóru: Kór við Beintu Debes, Jóna Ólavsdóttir á hestinum Víðalín Víðir og Ranja Halsdóttir Djurhuus á Orku. 

 

Hvør luttakari hevði tvinnar royndir, at fáa so góða tíð sum gjørligt. Favorittur var Kór við Beintu Debes á bakinum, men tað sá ikki so gott út hjá henni eftir sína fyrstu roynd, har hon varð kolldømd. Eftir fyrsta sprettin æt oddakvinnan Jóna Ólavsdóttir á hestinum Víðalín Víðir við tíðini 11,20 sek. Kór og Beinta Debes fóru tó avstað við øllum, tá tey í øðrum umfari megnaðu flottu tíðina 9,07 sekund.

 

Ranja Halsdóttir Djurhuus á Orku bleiv nummar tvey við tíðini 11,04 sek. Jóna Ólavsdóttir og Víðalin Víðir, ið fingu tíðina 11,20 sek. fóru sostatt avstað við bronsuheiðursmerkjunum.

 

Í seniorkappingini í tennis æt stóri sigursharrin Erling í Liða. Hann vann 6-3 á Jann Mortensen og 6-1 á Holger Arnbjerg. Sostatt var einans spenningur um silvurplássið ímillum Holger Arnbjerg og Jann Mortensen. Holger greiddi sína skyldu við einum 6-3 sigri og fór avstað við øðrum plássinum.