Eftir at tað hevur verið heilt friðarligt tveir teir seinastu dagarnar, er tað nú aftur nógv lív og ferðsla umvegis flogvøllin í Vágum.
Tvey flogfør eru farin úr Føroyum í morgun, og tvey lætta nú seinnapartin.
Tað fyrsta, sum var eitt til Keypmannahavnar, var sett at fara klokkan 8.30, og tað lætti longu klokkan 8.19.
Umframt fyrstu útisetarnar og jólagestirnar, sum fara niðuraftur, er talan um tey, sum fara aftur til arbeiðis, eftir at hava hildið jól saman við sínum kæru, og um føroyingar, búsitandi í Føroyum, sum nú fara at ferðast – summir suður í hitan.
Annað flogfarið, sum eisini fór til Keypmannahavnar, lætti klokkan 10.57, og tey seinnapartin eru sett at fara úr Vágum klokkan 14.35 og 16.55. Tað fyrra fer til Keypmannahavnar og tað seinna til Bergen.
Fýra flogfør ætlast at lenda í Vágum ídag. Tað fyrsta lendi klokkan 10.16, og tað næsta er sett at lenda klokkan 13.35. Tey koma bæði úr Keypmannahavn. Tvey flogfør fara at lenda í Vágum í kvøld. Tað fyrra – úr Keypmannahavn – er sett at lenda klokkan 19.45, og tað seinna klokkan 20.15. Tað kemur úr Bergen.
Í morgin koma fimm flogfør í Vágar, og fimm flogfør fara úr Vágum.
Hann er útsynningur, sjey metrar um sekundið, tað er turt, og loftið er skýggjað.