Fyrstu lærararnir lidnir

Teir fyrstu læraraskúlanæmingarnir eru lidnir við próvtøkurnar, teirra millum løgtingsmaðurin Jóanis Nielsen, men enn stendur teimum einki starv í boði at søkja

Teir fyrstu læraraskúlanæmingarnir hava lagt próvtøkurnar afturum. Tann fyrsti var Óli Johannesen, ið mong kenna frá fótbólti. Í gjár vóru 44 ára gamli Jóanis Nielsen úr Sandavági og 30 ára gamla Annika Djurhuus av Skála uppi í smíði, sum síðsta faki, og fingu tey bæði 10 í karakteri. Tey fáa 40 tímar til uppgávuna, sum tey eisini tekna sjálvi.

Men orsaka av støðuni, nú peningur ikki er til 235 óvæntaðar næmingar í fólkaskúlanum komandi ár, eru lærarastørv ikki lýst leys, so enn er framtíðin heldur ótrygg hjá nýggju lærarunum.


Skomm

Jóanis Nielsen, sum situr á tingi fyri fólkaflokkin fyri Jørgen Niclasen, landsstýrismann, heldur tað vera skomm, at vit ikki hava ráð at hava ein virðiligan fólkaskúla, tí hann er tað grundleggjandi í samfelagnum. Hann metir, at fíggjarnevndin hevur tikið eina prinsippavgerð og at málið í grundini helst er eitt óneyðugt stríð miilum partarnar.

Jóanis slapp í 1972 inn á Læraraskúlan, men fór ikki. Hann hevur í 23 ár arbeitt sum bankamaður í Vágum, men tá bankarnir løgdu saman stóð honum starv í Havn í boði. Hann tók ikki av, tí konan hevði arbeiði í Vágoynni, har hús og familja eisini eru. Ístaðin leitaði hann sær á læraraskúla, so hann hevði ein møguleika at leita sær aftur í oynna.

Jóanis og Annika eru millum síðstu næmingarnar, sum smíðlærarin síðstu mongu árini, Sjúrður Poulsen, førir til próvtøku, tí hann fer frá, nú hann er fyltur 67 ár.