Sum nakað nýtt hevur Reyni Service fingið teir fyrstu Lexus NX 300h, sum er eitt lutfalsliga nýtt modell.
Lexux NX 300h er ein hybridbilur, har bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur.
Bilurin er ein 4x4, sum undir vanligum koyriumstøðum verður drivin av forhjólunum, og tá brúk er fyri tí, aktiverar ein eyka elmotorur bakhjólini. Har er eingin gardanaksil frá motorinum aftur til differentialið.
Tøkniliga samansetingin av bensinmotori, elmotori og trinleysum CVT-girkassa ger NX 300h tann heilt optimala bilin hvat komforti, økonomi og dálking viðvíkur.
Hann hevur 2,5 litra bensinmotor og koyrir frá 0-100 km/t upp á 9,2 sekund, og toppferðin er 180 km/t. Bensinnýtslan er uml. 20, km/l við blandaðari koyring. Hann kann draga ein viðfestisvogn upp til 1.500 kg.
Designið er sermerkt við markantum linjum og stórum opnum kølaragittari, sum er vorðið eitt sereyðkenni hjá Lexus.
Bilurin er rúmligur og sera væl útgjørdur við allari tøkniligari útgerð, sum arbeiða saman fyri at hjálpa bilføraranum mest møguligt undir øllum koyriumstøðum.
Lexus er eitt luksusbilmerki hjá Toyota, ið kom á marknaðin í 80-unum við tí endamáli at verða heimsins bestu bilar hvat ljóði, teknikki, kvaliteti, komforti og trygd viðvíkur. Lexus hava fingið nógvar heiðurslønir fyri hesar eginleikar.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/