TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Árni Gregersen fyri fyrstu ferð í hesari øldini royndi seg, sum frásøgumann til ein fótbóltsdyst. Í hinari øldini segði Árni mangan frá dystum í bæði útvarpi og sjónvarpi.
Á hesari ljóðfíluni hoyra vit frásøgnina hjá Árna Gregersen av teimum fýra málunum, sum komu í dystinum millum HB og Víking, sum endaði við javnleiki 2-2.
Teitur Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá Árna Gregersen á Rás2 í dag.