Fyrstu myllurnar á netinum

Fyrstu vindmyllurnar í Húsahaga verða nú royndar á elnetinum hjá SEV. Komandi vikurnar verða hinar myllurnar so líðandi bundnar í netið

 

Fyrstu tvær vindmyllurnar í Húsahaga verða nú royndar á elnetinum, og næstu vikurnar verða hinar 11 myllurnar so líðandi bundnar í netið. Tað merkir, at tíðarætlanin heldur, og at vindmyllurnar væntandi verða settar í rakstur í seinnu helvt av september.

 

Í fyrstu atløgu eru vindmyllurnar knýttar upp í 60 kV linjuna millum Vestmanna og Havnina. Seinni verður streymurin frá myllunum leiddur beinleiðis inn á nýggju koplingarstøðina í Húsahaga og víðari út á 60 kV netið.

 

Koplingarstøðin skal eisini hýsa eini serstakari battarískipan, sum skal javna vindin, ið er ein óstøðug orkukelda, út á  elkervið fyri framhaldandi at tryggja eina støðuga elveiting. Tvey ár eru sett av til at menna battarískipanina.

 

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga fara at økja munandi um elframleiðsluna burtur úr varandi orkukeldum. Tá ið vindmyllulundin er tikin í nýtslu, verður árliga miðalframleiðslan úr vatni og vindi tilsamans umleið 60 prosent av allari elframleiðsluni.

           

SEV hevur keypt myllurnar frá týska vindmylluframleiðaranum, ENERCON, sum eisini setir vindmyllurnar upp.