Skúlaskapur
Í gjár byrjaði skúlagongdin í nýggja almanna og heilsuskúlanum í Suðuroynni.
Sostatt er enn eitt kapittul lagt afturat føroysku skúlasøguni, tí hetta er fyrstu ferð, at tað ber til at taka almanna- og heilsuútbúgvingar í Føroyum.
Fyrstu næmingarnir, sum eru tiknir inn á skúlan, er ein flokkur av heimahjálparum, sum skulu hava útbúgving sum almanna- og heilsuhjálparar. Hetta eru konur, ið hava verið heimahjálpir í minst trý ár hesi seinastu fimm árini og sum hava arbeitt minst 24 tímar um vikuna.
Næmingarnir eru úr øllum landinum. Hvat heimarøktini viðvíkur, eru Føroyar býttar sundur í øki og tað eru tey ymsu økini sjálvi, sum hava sent heimahjálpirnar á skúlabonk.
Men av tí, at tær hava so drúgvar royndir sum heimahjálpir, varir útbúgvingini hjá teimum bara 26 vikur, men tær eru í starvsvenjing í gott helvtini av tíðini.
Lagaliga byrjan
Fyrsta skúladagin í gjár fingu næmingarnir eina lagaliga byrjan. Byrjað varð klokkan 9 í gjáramorgunin, tá ið borrðreitt var við morgunmati á skúlanum. lagið varð gott og tey trivu eisini í onkran sang.
Men longu áðrenn døgverða var tað álvari, tí tá byrjaði undirvísingin . Av álvara byrjaði skúlagongdin kortini ikki, fyrrenn nú í morgun.
? Hetta síðsta hálva árið hava vit arbeitt hart fyri at fáa alt at rigga, segði skúlaleiðarin, Susanne Høeg Olesen, tá ið hon beyð næmingunum vælkomnum í skúla í gjáramorgunin.
Hon segði, at tá ið tey løgdu útbúgvingina til rættis, høvdu tey tikið útgangsstøði í eini skipan, tey kendu og laga hana til føroysk viðurskifti, tí her eru umstøðurnar á mangan hátt øðrvísi enn tær eru í øðrum londum.
? Men nú skal tað standa sína roynd. Vit eru til reiðar og við uppsmoygdum ermum røkka vit eisini á mál, segði hon.
Hon vónaði, at útbúgvingin fer at menna næmingarnar fakliga og persónliga. Og hóast 26 vikur kunnu tykjast longi, væntaði hon, at tá ið tey stóðu við prógvinum í hondinum, fóru tey at halda, at tað var alt ov stutt, tí tey ætlaðu eisini at tíðin á skúlanum, skuldi knýta vinabond og felagsskap ímillum næmingarnar. Og stuttligt skuldi tað eisini vera.
Ongin trupulleiki
Tá ið skúlin varð settur á stovn, var tað stóra kjakevnið, at hann lá ov illa fyri á Tvøroyri.
Men tað halda næmingarnir ikki. Teir, vit tosaðu við í gjáramorgunin hildu ikki, at tað var nakar tvørleiki at fara til Suðuroyar at ganga í skúla. Tvørurímóti var tað onkur ið sá hetta sum eina kærkomna og spennandi broyting í gerandisdegnum, tí hetta var nakað nýtt og tað kundi eisini vera mennandi. Tey tóku tí ímóti hesum tilboðnum við opðnum sinni.
Í øllum førum er tað lættari at fáa innivist í Suðuroy, enn tað er í Havnini og hjá tí eina næminginum, ið hevur eitt lítið barn við, er tað heldur ongin trupulleiki at fáa tað ansað um dagin.
Tað var bara ein sum helt, at hjá teimum, sum komu úr Klaksvík, var tað eitt sindur tvørligt at sleppa heim um vikuskiftini.....
Seinni í ár byrjar so tann longra útbúgvingin fyri tey, sum ongar royndir hava á økinum. Teirra útbúgvin byrjar 3. september og tá sleppa 24 næmingar í skúla.