TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu vit gjørdu í tí fríska lotinum, sum var úti á golfvøllinum í Slite norðanfyri Visby. Har hitti Rás2/in.fo Rógva Mikkelsen, sum er 29 ára gamal.
Tað er bara trý ár síðani Rógvi Mikkelsen fekk veruligan áhugað fyri golf, og hann er ógvuliga fegin um møguleikan hann hevur fingið at sleppa at kappast á oyggjaleikunum á fyrsta sinni. Hann er tó ikki heilt nøgdur við kappingina úti í Slite ígjár. Tað stóra høvið tálmaði nervarnar nakað, men Rógvi leggur eina við, at hann fer at arbeiða seg upp til kappingina, sum verður á golfvøllinum í Visby í dag.
Rógvi Mikkelsen vónar at kunna verða við til nógvar oyggjaleikir framyvir. Hann torir tó ikki at lova, at hann fer at taka aldursmetið frá Janusi Norðberg, sum er 64 ára gamal.
(Lotið var heldur frískt, og tað ávirkaði ljóðupptøkuna nakað)