Fyrstu valúrslitini eru komin, og talt er upp á teimum smáu valstøðunum kring landið. Talt er upp í 15 valstøðum inntil víðari, sum svarar til 1,5 prosent.
Í løtuni liggur Javnaðarflokkurin á odda við 133 taldum atkvøðum. Fólkaflokkurin er næstur við 113 taldum atkvøðum, og síðani kemur Sambandsflokkurin við 104 atkvøðum. Á fjóðra plássi er Tjóðveldi við 54 atkvøðm, so kemur Sjálvstýri við 11, og Framsókn hevur 3.
Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum liggur fremst við 47 persónligum atkvøðum. Jónleif Johannesen úr Javnaðarflokkinum hevur við sínum 39 atkvøðum fingið næstflestar persónligar atkvøður inntil víðari. Edmund Joensen liggur nummar trý við 38 persónligum atkvøðum.