Longu 15. februar tók Bjørn Patursson mynd av fyrsta tjaldrinum í Koltri í ár, og tað er henda myndin, sum er viðheft hesum greinastubba.
- Fyrsta tjaldrið setti seg í fjøruni fyri løtu síðan. Gamalt er, at tá tú fyrstu ferð sær tjaldur á lið, skal lukkan fylgja tær.
Tað skrivar Bjørn Patursson á facebook-síðuni - Koltur - og hann leggur soleiðis aftrat:
- Tá tjøldrini flúgva móti fjallinum, verður gott veður. Flúgva tjøldrini móti fjøruni, verður ringt veður, og tá tjøldrini koma tíðliga, verður várið kalt.
In.fo kann leggja aftrat, at vanliga verður sagt, at tjøldrini koma á grækarismessu, 12. mars, tó at tey ofta eru at síggja væl fyrr.
Grækarismessa hevur navn eftir Grækaris (Gregorius) Mikla páva í Rom, sum doyði 12. mars í 604.