Góða byrjan í enskum fótbólti

Fótbóltur: Claus Bech Jørgensen hevur skorað síni fyrstu málið fyri enska felagið Bournemouth

Seinastu fýra vikurnar hevur Claus Bech Jørgensen, sum er hálvur føroyingur, vant í enska 2. deildarfelagnum Bournemouth, har hann hevur fingið sáttmála sum yrkisspælari.

1-ára sáttmálin hjá álopssinnaða spælaranum kom í gildi 1. juli, og síðani tá hevur hann vant í nýggja felagi sínum.

Og longu í fyrsta venjingardystinum kláraði 23-ára gamli spælarin at seta síni spor. Hann skoraði tvey av málunum, tá Bournemouth vann 7-0 á Ringwood, sum spælir í teimum lægru deildunum.

Daily Echo, sum er lokala blaðið í suðurenska býnum Bournemouth, gav Claus Bech Jørgensen sera gott skoðsmál eftir fyrsta dystin.

Blaðið vildi vera við, at Claus spældi ein framúr góðan dyst á miðvøllinum, og hjálparvenjarin hjá Bournemouth, hann eitur John Williams, er væl nøgdur við fyrstu vikurnar hjá Claus.

? Hann hevur vant nógv harðari, enn hann hevur gjørt áður, men hann hevur staðið seg sera væl, sigur hann.


Vónar at standa seg væl

Claus Bech Jørgensen, sum hevur føroyska mammu, fekk seinasta ár sáttmála við Bournemouth, eftir at hann hevði royndarvant í felagnum.

Claus spældi seinasta kappingarár við danska 1. deildarfelagnum AC Horsens, har Jan Allan Müller áður hevur spælt, og hann hevði eina frágera góða kapping. Hann skoraði 19 mál og var triðbesti málskjúttin í 1. deild.

? Síðsta ár var gjøgnumbrotið hjá mær, og eg vóni, at eg kann standa meg eins væl í Englandi, sigur Claus Bech Jørgensen.

? Málið hjá mær er at vinna mær pláss á besta liðnum hjá Bournemouth, og at klára meg væl.

Venjarin hjá Bournemouth, Mel Machin, ætlar at nýta Claus Bech Jørgensen aftanfyri teir báðar álopsspælararnar, sum ein álopssinnaðan miðvallara. Hetta er sama pláss, sum Claus spældi í AC Horsens, áðrenn hann seinastu dystirnar varð fluttur fram í fremstu røð, tí hann gjørdi so nógv mál.

Bournemouth spælir í 2. deild, sum er triðbesta deildin í Englandi. Seinasta kappingarár vóru teir við í uppflytingarstríðnum til 1. deild, men teir gjørdust ov stuttir.

Felagið hevur uppflyting sum mál, men teir ásanna, at skulu teir gera sær vónir um 1. deildarfótbólt, skulu teir spæla enn betri í ár.

Kanska verður tað Claus Bech Jørgensen, sum kann gera munin í kappingarárinum, sum byrjar fyrst í august.