Tú búði í Onglandi, og tí merkja vit ikki
at tú ert farin í okkara gerandisdegi, men
serliga nú, tá ið summarið er í hondum,
fara vit at sakna teg og tína hjáveru heilt
ómetaliga nógv.
Onkursvegna følist tað enn sum
um tú ert í Onglandi, men nú tá ið familjan
hjá tær er í Føroyum, merkist tað í
hjartanum, at tú er farin.
28. mai 2005 hevði tú blivi 15
ára gomul. Hendan dagin fara vit at
halda saman við tínum ensku vinkonum,
ið eru komnar allan vegin til Føroyar at
vitja títt føðiland.
Tú fert altíð at vera her í hjørtum
okkara, títt vakra smíl og tín positiva
útstráling. Tú var altíð líka stuttlig at
vera saman við, og nú fer tað at verða so
tómt uttan teg.
Vit vóna at Ingun, Janus, Tóra,
Anker og Kjartan saman við familju,
vinum og kenningum, hóast sorg og
sakn, finna ta styrki sum skal til, ið kann
fylla tað plássi sum Sólja setti.
Hvíl í friði.
Vónandi hevur tú tað gott. Vit elska teg
og fara aldrin at gloyma teg.
Rebekka, Drós og Heiða.