Í hesum døgum eru liðin 10 ár, síðani føroyska sendistovan í Reykjavík lat upp. Seinastu tvey árini hevur Petur Petersen, sum frammanundan starvaðist átjan ár í miðfyrisitingini, virkað sum sendiharri í Íslandi.
– Eg kenni heilt greitt, at føroyingar verða serliga væl móttiknir av íslendingum, og vit eiga eitt serligt pláss í hjartanum hjá teimum. Tað forpliktar okkum eisini til at liva upp til góða umdømið, sum føroyingar hava í Íslandi, sigur Petur Petersen við Sosialin í dag.
Grundarlagið fyri føroysku sendistovuni í Íslandi var lagt í Hoyvíkssáttmálanum, sum kom í gildi í 2006 og er mest umfatandi sáttmáli Føroyar hava við aðra tjóð. Tá varð lagt upp til, at londini lótu upp sendistovur hjá hvørjum øðrum.
Uppgávan hjá føroysku sendistovuni er fyrst og fremst at umboða føroysk áhugamál í Íslandi, at virka fyri føroyskum áhugamálum og at stuðla upp undir samstarv millum føroyingar og íslendingar á øllum hugsandi økjum.
– Føroyingar troyta ikki íslendska marknaðin nóg nógv, og nýggir aktørar kundi saktans komið inn á marknaðin. Eftirspurningurin veksur á øllum økjum í Íslandi – serliga í byggivinnuni og ferðavinnuni – og føroyskar fyritøkur kundu hugt meira eftir íslendska marknaðinum fyri at skapt sær størri marknað, sigur Petur Petersen.
Longri samrøða við Petur Petersen kann lesast í Sosialinum í dag.