Góða ávirkan á virðisbrævamarknaðin

Teir seinastu dagarnar hevur altjóða fíggjarheimurin sitið sum á nálum og bíðað eftir amerikonsku Kongressini, og tá virðisbrævamarknaðirnir í Asia lótu upp í nátt, kom týdningurin av semjuni í Washington týðiliga til sjóndar.

Hang Seng-vísitalið í Hongkong hækkaði 2,19 prosent og er nú tað hægsta í 19 mánaðir. Shanghai-vísitalið hækkaði 1,6 prosent.

Eisini aðrastaðni var ávirkanin týðilig. Í Sidney var hækkingin 1,23 prosent og í Seoul 1,76 prosent. MSCI Asia Pacific-vísitalið hækkaði 1,7 prosent.

Greinarar ávaraðu í gjár um, at komu teir amerikonsku politikararnir ikki til eina semju í nátt, fór alt at fella á virðisbrævamarknaðunum í morgun.