Góðan byr - mong lýti

Oddagrein

 

Nú tygum sita við tí seinasta blaðnum í ár, kunnu vit gera støðuna íføroyska samfelagnum upp í stuttum:


Fyri jól frættu vit frá Hagstovu Føroya, at føroyskir løntakarar hava forvunnið meiri enn fimm milliardir krónur frá januar til november. Talan er um heimsmet í búskaparvøkstri, ásannaði stjórin í Landsbanka Føroya.


Eftir fáum árum eru lønarútgjaldingarnar í Føroyum nærum tvífaldaðar. Frá tí ringastu kreppuni í nýggjaru søgu Føroya fyri bara 10 árum síðani, ríður føroyska samfelagið ídag á einum búskaparligum aldukambi.


Somuleiðis síggja vit í Hagtíðindunum, hvussu nógv fiskiveða føroyingar er økt seinastu árini. Ikki minst tá tað snýr seg um tann dýrara fiskin. Men tað er tann økta veiðan og teir methøgu fiskaprísirnir, sum er grundarlagið fyri búskaparvøkstrinum.


Taka vit so tað meiri dagliga, so siga handilsfólk, at tey hava ongatíð selt so nógv til jóla sum í ár. -Fólk spyrja slettis ikki um prísir. Tey bara fylla í kurvar og vognar, og keypa fyri bæði 1000, 2000 ella 3000 krónur í mati og gávum, siga tey.


Sjálvandi fegnast allir føroyingar um, at tað eftir fáum árum eydnaðist at venda búskapargongdini frá hóp arbeiðsloysi, armóð, fátækradømi, trotabúgvum, húsagangi, ampa og trega til støðuna í ár, nú alt tykist ganga sum eftir ánni?


Men ger tað nú tað, og hava vit ikki líkasum gloymt allar ávaringarnar vit fingu í nítiárunum um ?gullkálvadansin? í áttatiárunum? Nógv hava gloymt tað, men hóast alt er samfelagið betri fyri nú, siga m.a. búskapar- og samfelagsfrøðingar.


Hóast allan viðburð mugu vit kortini ásanna, at ongatíð stendur so illa til, tá vit hugsa um pensjónistar okkara. Pensjónin er lág. Eldrarøktin er vánalig. Eingin tíð og peningur til eina líkinda heimahjálp. Fleiri hundrað - kanska 500 - eru á bíðilista fyri at sleppa á ellis og røktarheim!


Á Landssjúkrahúsinum er so knívskorið, at 18 sjúkrasystrar siga upp, tí tær orka ikki meira - ja, hópuppsagnir í heilsuverkinum í 2001. Fólkaskúlin hevur ongantíð ment seg eftir kreppuna. Á bústaðarmarknaðinum er nærum lógloysi. Einki forðar himmalhøgum prísum á sethúsum og íbúðum, og eingin leigulóg at seta karmar upp fyri einum leigumarknaði. Henda støðan og vantandi ansingarpláss gera, at fólk venda ikki aftur til Føroya og setir mong fólk í eina tronstøðu.


Vit fara inn í eitt nýtt ár við góðum byri, men nógv lýti eru í føroyska vælferðarsamfelagnum. Lýti, sum landsins myndugleikar ikki gera nóg mikið við fyri at fáa burtur. Við vón um, at komandi ár fer at vera gott og eydnuríkt hjá upp aftur fleiri føroyingum, ynskja vit tykkum alt tað besta í komandi tíð!