Góðan morgun fólkaræðið Føroyar

Meðan heimsins leiðarar berjast ímóti altjóða fíggjarkreppuni, berjast føroyskir politikarar ímóti at journalistar tosa saman. Meðan okkara norðurlendsku grannatjóðir royna at skapa karmar fyri public service, tosa okkara politikarar í ramasta álvara um at avtaka public service. Ræðast tit fólkaræðið?

Á nýggjárinum vóru fýra ár síðani útvarpið og sjónvarpið formliga vórðu løgd saman. Argumentini hjá táverandi landsstýrismanni vóru fleiri og góð, og peikaði hann millum annað á, at soleiðis gjørdu tey í Íslandi, Norra, Danmark og Bretlandi. Har høvdu tey public service útvarp og sjónvarp í sama stovni. Men nú tykist Jógvan á Lakjuni ikki vilja kennast við sítt egna barn, ið hann sjálvur doypti Kringvarp Føroya. Í gjár segði fólkavaldi fólkafloksmaðurin av tingsins røðarapalli, at nú er tíð upp á at seta fýra ára gamla Kringvarpið upp á pláss. Aðrir fólkavaldir løgtingslimir bjóðaðu enn hægri, eitt nú at avtaka Kringvarpið og selja public service til hægstbjóðandi. Tað var hetta her við tíðindaeindunum, ið enn einaferð setti politisku dagsskránna í fólkaræðinum Føroyar.

 

Góðan Morgun

Mikudagin 1. oktober í fjør vórðu nýsettu deildarleiðararnir í Kringvarpinum gestir í Góðan Morgun Føroyar í útvarpinum. Tosað varð um nýggja bygnaðin, um nýggju virkisøkini og um ætlanir fyri framtíðina. Um somu tíð eru løgtingslimir á veg á tingfund, ið er settur at byrja klokkan hálvgum tíggju. Fyrsta mál á dagsskrá eru ófráboðaðir fyrispurningar, tað er hendan mekanisman í okkara fólkaræði, ið loyvir tinglimum at spyrja um okkurt, ið tey júst eru komin í tankar um. Sambandsmaðurin Bjørn Kalsø hevur allarhelst lurtað eftir Góðan Morgun Føroyar í bilinum á veg suður á fund. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setir kós beint upp á tingsins røðarapall at seta spurningin, hví bara EIN tíðindaleiðari er í Kringvarpinum. Jógvan á Lakjuni stúrsar við og er forargaður. Hetta er langt úti, heldur hann. Aðrir politikarar tykjast líka skelkaðir av avdúkingini hjá Kalsø, og so koyrir showið annars, líka til talutíðin er uppi.

Eftir valið í januar í fjør endaðu bæði Bjørn Kalsø og Jógvan á Lakjuni í Mentanarnevnd løgtingsins. Mentanarnevndin, íroknað Bjørn & Jógvan, vitjaði í mai Kringvarpið, har hon varð kunnað um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar. Í juni gav táverandi landsstýriskvinna í mentamálum skrivliga Kringvarpinum grønt ljós til at fremja sínar bygnaðarbroytingar. Í ein heilan mánað varð síðani lýst alment eftir deildarleiðarum til nýggja bygnaðin, bæði í bløðunum, í sjónvarpinum og á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, har bygnaðurin varð útgreinaður niður í smálutir. Í august vórðu deildarleiðararnir settir og nøvnini almannakunngjørd í øllum, føroyskum fjølmiðlum. Men ikki fyrr enn 1. oktober vaknaði politiska valdið við kaldan dreym. Góðan Morgun Føroyar!

 

Ræðast fólkaræðið

Men søgan um Kringvarpið er nógv meira tragisk. Síðani Jógvan á Lakjuni legði útvarpið og sjónvarpið saman hevur almenni public service stovnurin ikki fingið eina krónu afturat at arbeiða við, hóast alt annað í samfelagnum er blivið væl dýrari. Stovnurin hevur ikki fingið eina krónu til at gjøgnumføra samanleggingina. Allur meirkostnaðurin síðstu árini, bæði av lønar- og útreiðsluvøkstri í samfelagnum, umframt samanleggingin, er goldin úr kassanum hjá útvarpinum. Nú er kassin tómur. Tá Helena Dam á Neystabø í desember í fjør noktaði at hækka kringvarpsgjaldið, barberaði hon samstundis burtur tíggju prosent av stovninum, bæði fíggjarliga og av starvsfólkahópinum. Í áravís hava politikarnir tosað um at savna Kringvarpið undir eini lon í Sortudíki. Í áravís hava politikarnir tosað um at orða ein public service sáttmála fyri Kringvarpið, ið grundfestir og samantvinnar uppgávur og skyldur hjá Kringvarpinum við fíggjarliga grundarlagið. Meðan politikarnir hava tosað, er fíggjarliga grundarlagið hjá Kringvarpinum uppetið av sáttmálabundnum lønarvøkstri og hægri kostnaði á at kalla øllum økjum í samfelagnum. Politikararnir í fólkaræðinum Føroyar hava við sínum handlingsloysi aktivt niðurlagað einasta public service stovnin í landinum. Einasta pr definión óhefta umboðið fyri fjórða statsvaldið.

Men okkara fólkavaldu politikarar gevast ikki har. Næsta stigið er at smíða vatntøtt skott millum journalistarnar, ið arbeiða í Kringvarpinum. At placera teir í tvær, kliniskt reinar og vacuumpakkaðar cellur, uttan samband við hvørja aðra. Undir herrópinum “fjølbroytni í tíðindaflutninginum” hevur politiska skipanin nú í fimm mánaðir barst ímóti at journalistarnir í útvarpinum og journalistarnir á Degi & Viku skulu sleppa at samstarva, har tað annars kundi verið skilagott. Sjálvt um somu politikarar miðvíst hava drenað stovnin fyri pengar, tora teir ikki at lata fáu kreftirnar á tíðindaredaktiónunum samstarva. Kosta hvat tað kosta vil, enntá um fleiri leiðarar skulu setast at stýra tilsvarandi færri fólki.

Veruliga orsøkin tykist alsamt sjónligari í politiska retorikkinum. Nevniliga at politikarar óttast longri veg og hægri gátt til mikrofonirnar og myndatólini. At truplari verður at fáa fría atgongd fyri kritikkleyst mikrofonhaldarí. At fjórða statsvaldið gevur kvalifiserað mótspæl.

Ein politisk skipan, ið ikki tolir mótspæl, er sjúk. Politikarar, sum í fullum álvara tosa um at seta ein almennan public service stovn “upp á pláss” ella enntá avtaka ella einskilja public service, áttu at farið á grundskeið í fólkaræði. Kanska næsta námsferðin hjá løgtingsnevndunum kundi verið ein rundferð til teir public service stovnar, ið Jógvan á Lakjuni peikaði á, tá hann á sinni legði útvarpið og sjónvarpið saman til Kringvarp Føroya. Byrjað kundi verið í Íslandi, har veikir og ov lítið óheftir fjølmiðlar fáa sín part av skyldini fyri at tað gekk, sum tað gjørdi.

Við á námsferðina kundu løgtingsnevndirnar kanska havt spurningin, hvussu RUV, NRK og DR kunnu liva við at ein og sami tíðindaleiðari hevur ábyrgdina av øllum teirra tíðindaflutningi í útvarpi, sjónvarpi og interneti. Hvussu tey tá tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum.

 

Jón Brian Hvidtfeldt, Tíðindaleiðari Kringvarp Føroya