Tey, sum eru vorðin borgarstjórar aftan á kommunuvalið í Danmark í vikuni, kunnu gleða seg um ta góðu lønina. Ikki óvæntað er starvið sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn tað best lønta.
Danska kringvarpið veit at siga, at grundlønin hjá Frank Jensen, yvirborgarstjóra verður 880.955 krónur næsta ár, men oman á tað fær hann samsýningar fyri at sita í ymsum nevndum.
Í Odense kommunu fær Anker Boye 802.795 krónur í grundløn, í Aalborg fær Henning G. Jensen 794.199 krónur, og hjá Nicolai Wammen í Århus er grundlønin 776.675 krónur, sigur DR.