Suðuroyarsigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin. fo
Tað er nógv, sum talar fyri, at stabilisatorarnir á Smyrli fara at virka aftur fyri páskir.
Tað sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni sigur, at kanningarnar benda á, at brekið er ikki so álvarsligt, at tað er neyðugt at fáa Smyril í dokk.
- Enn ber ikki til at siga nakað endaligt, men tað sær avgjørt gott út, sigur rakstrarleiðarin.
Sostatt er eisini nógv, sum bendir á, at tá ið páskasiglingin byrhar, hevur Smyril aftur stabilisatorar, ið virka, sum teir skulu.
Strandferðslan ætlar nú at avlýsa miðdgagstúrin í morgin og mikudagin so at arbeiðast kann upp á brekið bæði náttina og um dagin, fyri at fáa umvælingina so skjótt lidnað, sum gjørligt.
Hetta fyri at fáa umvælingina so skjótt frá hondini sum gjørligt so at tað slepst undan av avlýsa fleiri ferðir fyri veður.
Vísir tað seg kortini, at Smyril skal í dokk, hava vit fingið fyribils játtilsi upp á at leiga estlendsku ferjuna, St. Ola frá 10 apríl til 15. mai.
Verður hetta úrslitið, kann umvælingararbeiðið væntast at taka 10 dagar.
Sostatt verður tað ikki fyrrenn um mánaðarskiftið apríl, mai, at vit fáa Smyril í sigling aftur, við stabilisatorunum.