Í síðstu viku kærdi GÍ dømingina hjá Kim Ejdesgaard til kappingarnevndina hjá Fótbóltssambandinum.
Felagið kravdi at fáa umdyst móti HB, tí tey hildu, at skeiv døming hevði so týðandi leiklut í úrslitinum av dystinum, sum HB vann 2-1.
Harafturat kravdi GÍ, at reyða kortið hjá málverjanum Sunvard Joensen var strikað, tí hann fekk tað av órøttum.
Parturin av kæruni, sum snúði seg um leikbannið hjá Sunvard Joensen, hevði skund, tí hann skuldi sita yvir í dystinum móti VB sunnudagin, um einki varð broytt.
Men GÍ fekk einki svar frá kappingarnevndini áðrenn dystin móti VB, og tað eru tey misnøgd við.
? Tað er á markinum til tað ófólkaliga, at vit hvørku hoyrdu orð ella eið frá kappingarnevndini áðrenn dystin móti VB, og ikki hava tað enn, sigur Petur Holm, nevndarlimur í Gøtu Ítróttarfelag.
Sunvard Joensen spældi ikki við í dystinum móti VB, og í hansara stað spældi Mortan Joensen.
Svarið frá dómaranum
kom ov seint
Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Dánjal Andreasen, sigur, at teir eru noyddir at fylgja røttu mannagongdini í slíkum málum, og tann mannagongdin er, at kærdi parturin hevur fimm dagar at svara kæruni.
? Vit fingu svarið frá dómaranum seint leygarkvøldið, og tá bar ikki til at halda fund um kæruna. Tí fekk GÍ einki svar áðrenn dystin móti VB sunnudagin, sigur Dánjal Andreasen.
Kappingarnevndin hjá FSF fór seinnapartin í gjár á fund í Havn, har kæran frá GÍ skuldi viðgerast.